Innanlands

Føroyska flaggið topkarakter á góðskulista yvir skipaskrásetingar

Gongdin seinastu árini er nógv betrað, og ein orsøk er eitt jaligt samstarv millum vinnu og myndugleikar

2021-01-29 13:55 Author image
Jan Müller

Aftur hesaferð er føroyska flaggið millum teirra, sum klára seg best í øllum heiminum. Hetta er greitt nú International Chamber of Shipping (ICS) hevur kunngjørt árliga avrikslistan yvir støðuna hjá aljtóða skipaskrásetinum, skrivar Vinnuhúsið. 

-Vit fegnast um, at føroyska flaggið fær góð skotsmál og verður roknað sum eitt kvalitetsflagg. Fyri føroysk handilsskip eru hetta góð tíðindi, tí tað hevur alstóran týdning, at føroyska flaggið verður sett í samband við trygd og góðsku á sjónum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.
 
Avrikslistin gevur ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg. Tað greinar viðurskifti sum altjóða havnaeftirlit, ígildissetan av altjóða sáttmálum á maritima økinum, miðalaldur á handilsflotanum og luttøku á IMO fundum. Gongdin seinastu árini er nógv betrað, og ein orsøk er eitt jaligt samstarv millum vinnu og myndugleikar.
 
Kappingarførið hjá reiðaríum í føroysku altjóða skipaskráini, FAS, er knýtt at metingini av flagginum. Um flaggið ikki verður mett sum góðskuflagg kann hetta ávirka virksemið og raksturin hjá reiðaríum, eitt nú við øktum eftirlitsvitjanum og fleiri krøvum til avtalur.
 
[object Object]
Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip: -Vit fegnast um, at føroyska flaggið fær góð skotsmál og verður roknað sum eitt kvalitetsflagg.