Innanlands

Føroyska skippingvinnan væl fyri

Men vit hava dugað ov illa at marknaðarføra okkum sum maritiman tænastudepil

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu var ein av fyrilestrarhaldarunum og greiddi hann frá nýggju havnaútbyggingini har.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu var ein av fyrilestrarhaldarunum og greiddi hann frá nýggju havnaútbyggingini har.

2019-01-31 12:13 Author image
Jan Müller

Hetta var ein av niðurstøðununum undir  pallborðsorðaskiftinum í Løkshøll í Runavík í gjárkvøldið, tá skipað varð fyri tiltaki um føroysku skippingvinnuna.  Umleið 50 fólk møttu til tiltakið, sum Javnaðarflokkurin skipaði fyri og hvørs endamál var at kunna um og fáa eitt kjak um føroysku shippingvinnuna. Haraftat varð tiltakið eisini streamað á facebook. Ikki færri enn sjey framløgur vóru á tiltakinum.

Høvuðsniðurstøður frá pallborðinum vóru m.a. hesar:

-Shippingvinnan er væl fyri í Føroyum, men vit hava dugað ov illa at marknaðarføra okkum sum maritiman tænastudepil.

-Hóast vit fingu eitt álit um Sjóvinnupolitikk í 2017, so er framvegis tørvur á einari greiðari politiskari ætlan fyri vinnuna, og tað tykist sum at ov fá geva sær far um, hvørjir vinnuligir og búskaparligir møguleikar eru í vinnuni.

-Virksemið ávirkar umhvørvið ymsastaðni, og fyrst og fremst kommunur og vinnan hava eina skyldu at skipa virksemið betur, soleiðis at tað ikki er til ampa fyri fólk og hús í nærumhvørvinum. Ein týðandi liður í hesum er sjálvsagt at kunna bjóða skipum ravmagn úr landi við íbinding, soleiðis at larmurin frá ljósmoturum o.a. verður minni.

(Lesið meira um tiltakið í komandi greinum)