Innanlands

Føroyskur frálandsskipari: -Tað fer at ganga uppeftir aftur

Í morgun komu tvey norsk frálandsskip fullmannað við føroyingum á Havnina at skifta manning

Stril Mariner fyri fyrstu ferð í Føroyum fyri at skifta manning. Mynd Jan Müller.

Stril Mariner fyri fyrstu ferð í Føroyum fyri at skifta manning. Mynd Jan Müller.

2020-05-06 22:45 Author image
Jan Müller

[object Object]

Søgulig løta í føroyskari frálandssøgu, tá tvey norsk frálandsskip í FAS skipanini og við føroyskari manning á Havnini fyri at skifta manning. Mynd Jan Müller

“Einaferð koma vit á botn, og so gongur uppeftir aftur. Tað kann kanska taka nakað av tíð, men heimurin hevur so brúk fyri olju.”

Orðini eigur ein opinskáraður og varisliga bjartskygdur føroyskur frálandsskipari. Jógvan Vilhelm úr Klaksvík hevur ført norska frálandsskipið Stril Mariner í umleið 10 ár og er hetta fyrstu ferð, at skipið hevur verið í Føroyum fyri at skifta manning. Hann fegnast saman við manningini um avgerðina hjá reiðarínum, Simon Møkster Shipping, at lata skipið fara til Føroya at skifta manning fyrstu ferð nakrantíð.

Hetta hevur nógv at siga fyri føroysku manningina, sum trúliga hevur tænt reiðarínum í mong ár og hava gjørt sítt til at tryggja, at Møkster-skipini, sum eru undir føroysku FAS skipanini, hava havt nokk at gera øll árini, vísir Jógvan Vilhelm á, nú hann mynstrar av fyri at vera heima í 8 vikur, áðrenn skipsboð eru eftir honum aftur.

[object Object]

Skiparaskifti á Stril Mariner í Havn í morgun. Vm. Ingi Ellingsgaard av Eiði loysir Jógvan Vilhelm úr Klaksvík av. Mynd Jan Müller

Hann sigur, at var tað ikki fyri koronasmittuna, so vóru teir neyvan komnir heim til Føroya sjóvegis. Tí vanliga skifta teir manning í norskari havn og flúgva til Føroya. Nú varð so roynt at fáa reiðaríið at royna aðra loysn til tess at sleppa undan smittuvandanum, og tað vísti seg at rigga. Stril Mariner er annars til arbeiðis á Ula feltinum, ið liggur miðskeiðis millum Hanstholm og Aberdeen.

Teir fóru av feltinum seint sunnukvøldið og løgdu so inn til Tananger í Norra við last, sum pallurin sendir til lands, áðrenn leiðin gekk víðari til Føroya. Stril Mariner kom á Havnina í morgun klokkan 8.30 og fór av aftur Havnini umleið kl. 11 við beinari kós móti Ula feltinum, tó við einum stuttum steðgi í Aberdeen.

[object Object]

Ein errin og fegin Jóhan Hendrik Petersen, sum fyri fyrstu ferð kann vísa arbeiðsplássið seinastu 10 árini fram fyri kæru familjuni av Sandi. Mynd Jan Müller

Eitt gott arbeiðspláss

Bara føroyingar eru við skipinum, sum varð bygt í 2009. 12 mans eru á hvørjum skifti og sum skilst er hetta eitt sera gott arbeiðspláss, tí nógvir av manningini hava verið har uttan slit í skjótt 10 ár. Oljan.fo skilur, at norska reiðaríið er eisini væl nøgt við føroyingarnar, ið manna tey bæði skipini, sum komu til Føroya í morgun. Aftrat Stril Mariner, sum arbeiðir fyri oljufelagið AkerBP, er talan eisini um Stril Merkur, ið arbeiðir fyri Equinor og sum fyri aðru ferð kom til Føroya í morgun fyri at skifta manning. Bæði skipini lógu á Havnini fyrrapartin, har tey eisini fingu ymsar tænastur so sum proviant, vatn og annað.

Jógvan Vilhelm, skipari, dámar væl offshorelívið og er fegin um at hava verið partur av Stril-flotanum so leingi. Skipið er útgjørt við tí mest nýmótans tilbúgvingarútgerðini og hevur tí stóran týdning fyri oljuvirksemið í Ula økinum. Tað røkir fleiri ymsar uppgávur og kemur tað eisini væl við hjá reiðarínum at hava havt somu fólkini so leingi umborð til bæði at viðlíkahalda skipið og til at taka sær av fyrifallandi uppgávum.

Á hesum skiftinum, har teir hava verið á sjónum í átta vikur vegna koronasmittuna, hava verið tríggir norðoyingar, ein búsitandi í Hvannasundi og tveir búsitandi í Klaksvík. Tveir eysturoyingar, ein úr Runavík og ein av Skála og síðani seks havnamenn og ein sandingur.

[object Object]

Høgni B. Rasmussen Yvirstýrimaður á Stril Mariner saman aftur við familjuni eftir átta vikur á sjónum. Myndir Jan Müller

Frá snellu og línu til offshore

Jógvan Vilhelm, sum nú verður avloystur av Inga Ellingsgaard av Eiði, hevur verið sjómaður alt sítt lív. Í dag er hann 49 ára gamal og vónar at kunna halda fram í frálandsvinnuni í mong ár aftrat. Hann fór fyrstu ferð til skips við snelluskipinum Viðoy. Tað var í 1988. Hevur síðani siglt fyri tað mesta við línuskipum men hevur eisini verið við føroyskum og donskum farmaskipum.

Àðrenn hann fór í offshore var hann við línuskipinum Pison í nøkur ár.  Har var hann, til Torleif Sigurðsson á várið 2007 seldi skipið.

[object Object]

Øssur Johannesen 2. stýrimaður saman aftur við familjuni á Eystaru bryggju í Havn. Mynd Jan Müller

Hann fór sín fyrsta offshore-túr við Stril Power, sum Simon Møkster Shipping (SMS) átti í juni 2007. Var við ein túr sum avloysari, men í august mánað fór hann við einum øðrum skip hjá SMS, sum var undir føroyskum flaggi. Tað var Prosper. Har var hann til í mars í 2010. Mánaðarskiftið mars/apríl fór hann so umborð á Stril Mariner, har hann byrjaði sum stýrimaður.

Skipari tá var Levi Christiansen úr Havn.  Hann doyði umborð í 2011, tá  Leif Poulsen úr Vestmanna tók við sum skipari. Hann var skipari á hesi vaktini, til hann fór umborð á Stril Merkur. Og tá var tað so í september í 2012, at Jógvan tók við sum skipari á Stril Mariner og hevur verið har síðani.

[object Object]

Tey bæði skipini hjá Simon Møkster Shipping, sum lógu á Havnini fyrrapartin, eru nú ávegis á oljuleiðirnar aftur í norska partinum av Norðsjónum. Hjá Tor Shipping í Havn, sum reiðir tey bæði skipini út, nú tey eru undir FAS, eru tey fegin um, at manningarskiftini i dag eydnaðust so væl. Og tey vóna sjálvandi, at tað ber til at fáa skipini aftur til Føroya í framtíðini. Tað veldst so eisini um, hvussu støðan tá er við koronasmittuni.

[object Object]

Sonurin í góðum hondum, áðrenn hann fer til sjós aftur. Mynd Jan Müller