Uttanlands

Føroyskur oljustjóri gjørt lániavtalu fyri 31 mia. kr.

-At vilja steðga oljuídnaðinum er utopi – men at stremba eftir framhaldandi effektivisering av oljuframleiðsluni og oljunýtsluni er ein sjálvfylgja, sigur Teitur Poulsen, fíggjarstjóri í Lundin við Oljan.fo.

Teitur Poulsen, fíggjarstjóri í oljufelagnum Lundin Energy: -Helvtin av oljuframleiðsluni í 2040 má koma frá oljugoymslum, sum í dag enn ikki eru funnar, og harvið er eisini sagt, at tað avgjørt enn er relevant fyri Føroyar at bjóða seg fram sum eitt leitiøki, tí heiminum tørvar meira olju yvir tey næstu áratíggjuni.

Teitur Poulsen, fíggjarstjóri í oljufelagnum Lundin Energy: -Helvtin av oljuframleiðsluni í 2040 má koma frá oljugoymslum, sum í dag enn ikki eru funnar, og harvið er eisini sagt, at tað avgjørt enn er relevant fyri Føroyar at bjóða seg fram sum eitt leitiøki, tí heiminum tørvar meira olju yvir tey næstu áratíggjuni.

2020-12-28 14:56 Author image
Jan Müller

[object Object]

Lundin var við til at finna risastóru oljukelduna Johan Sverdrup, sum er ein hin størsta á norska landgrunninum. 

 

Føroyingar eru allastaðni er vorðið eitt hugtak, sum oftani verður havt á munni. Og tað er so sætt sum sagt. Eisini tá tað umræður altjóða oljuvinnu eru føroyingar við í nærum øllum greinum og hendir tað seg eisini, har stórar og týðandi avgerðir verða tiknar í altjóða oljufeløgum. Ein teirra, sum stutt undan jólum megnaði at fáa eina nýggja lániavtalu í hús fyri eitt av stóru oljufeløgunum í Norðsjónum, er havnarmaðurin Teitur Poulsen, sum dagliga røkir sítt arbeiði sum fíggjarstjóri í svenska oljufelagnum Lundin Energy á høvuðsskrivstovuni í Geneve.

Eftir drúgvar samráðingar eydnaðist tað honum at fáa ikki færri enn 16 peningarstovnar at endurnýggja lániavtalu fyri virksemið hjá Lundin uppá 5 mia. dollarar ella 31 mia. kr.  Teitur Poulsen, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum at fáa avtaluna uppá pláss sigur í eini viðmerking, at hetta er eitt sera stórt framstig fyri Lundin, nú tað fær betri rásarúm fyri sítt virksemi. Fyri at seta upphæddina í “perspektiv” nevnir hann, at hon er størri enn árliga BTÚ hjá Føroyum ella meira enn samlaðu útlánini hjá bæði Betri Banka og Bank Nordik.

Lánveitarar álit á Lundin

Oljan.fo fekk orð á  føroyska oljustjóran, nú hann kom heim til Føroya at halda jól og nýggjár saman við familjuni. 

Tað er greitt, at hesin ungi føroyski oljustjórin er sera fegin um seinastu lániavtaluna, ið fer at vera við til at tryggja virksemið hjá felagnum í mong ár. At Lundin Energy hevur klárað at fáa til vega eina so stóra fígging í hesum tíðum, har serstakliga  oljuídnaðurin hevur harðan mótvind, vísir tiðuliga,  at lánveitarar hava trúgv uppá strategiina hjá Lundin Energy.

Lundin Energy er eitt av teimum mest aktivu feløgunum á norska landgrunninum, og felagið metir framleiðsluna av olju og gassi í 2020 at vera millum 161,000 til 163,000 tunnur um dagin. Felagið hevur umleið 450 starvsfólk og umsetti í 2019 fyri umleið 3 mia. dollarar – tað er áleið 55 mió. kr. um dagin, sum gav eitt cashflow (áðrenn íløgur), sum svarar til umleið  25 mió. kr. um dagin í 2019. Lundin Energy gjørdi íløgur í felt-útbyggingar og leiting eftir olju og gassi, sum svaraðu til  7 mia. kr.  i 2019, og í 2020 eru íløgurnar mettar til áleið  6 mia. kr.

Leiti- og framleiðslufelagið við lægst CO2 útláti

”Vit eru tað E&P (leiti- og framleiðslu) felagið, sum hevur lægst C02 útlat fyri hvørja tunnu av olju – í veruleikanum  nógv lægst undir 4 kg Co2/boe í løtuni, og frá 2023 verður hetta undir 2 kg Co2/boe. Orsøkin til at okkara útlát er so lágt er, at nakrir av okkara plattformum eru “elektrifiseraðir” og harvið kemur meginparturin av okkara framleiðslu umvegis EL frá grønari orku – í og við at norska EL-kervið er grundað á vatnorku. Vit hava eisini gjørt av, at Lundin Energy skal blíva sjálvsveitandi  við grønari EL-orku – tvs. at tann nøgdin av streymi, sum okkara pallar brúka, fer í framtíðini ístaðin at koma  frá  okkara egnu grønu EL-framleiðslu. Vit hava sostatt tikið avgerð um at gera íløgur í grøna EL-orku – eitt vatnorkuverk í Norra og eina vindmylnupark í Finlandi. Fasa-1 av vatnverkinum í Norra er komin í framleiðslu, og vindmylnuparkin í Finlandi skal byrja framleiðslu móti endanum av 2021. Báðar hesar verkætlaninar koma at veita EL til tað norðurlendska  EL-kervið kallað ”Nordpool”.  Til samanberingar kann nevnast,  at vindmylnuparkin í Finlandi fer at framleiða uml. 400 GWh/ár, sum er meira enn tað, ið SEV framleiðir árliga.”

Norra bestu karmarnar fyri reinari oljuframleiðslu 

At framleida olju og gass í Norra er so eisini ein stórur fyrimunur, tí landið hevur tað besta rammuverkið í  heiminum í sambandi við at menna nýtsluna av reinari oljuframleiðslu. Norra setti í gildi ein CO2 skatt í 80’unum, og hesin CO2 skatturin er tann hægsti í heiminum. Tað ber í sær,  at tað lønar seg at gera íløgur, sum hava við sær eina minking av CO2 útláti. Høgt skattatrýst av CO2 útláti er vegurin fram, heldur Teitur Poulsen, sum vísir á, at ein oljutunna, sum verður framleidd í Norra í dag,  verður  útvunnin við einum CO2 útláti, ið er minni enn helvtina av miðal globala útlátinum, og Lundin Energy ger tað uppaftur betri við einum útláti, sum er ein sætting av miðal globala útlátinum og minni enn einum tíggjundaparti av globala útlátinum frá 2023. Boðskapurin er sostatt, at jú meiri olja verður framleidd í  Norra - og harvið minni framleiðsla frá øðrum londum -  tess betri er tað fyri globala CO2 útlátið. Um sami leistur, sum Norra longu stakk út í kortið í 80’unum við at seta  CO2 skatt í gildi, bleiv settur í verk globalt, so høvdu øll havt sama insentiv um at minka um útlátið, tí marknaðarkreftirnar høvdu havt við sær,  at tað loysti seg økonomiskt at minka um CO2 útlátið fyri at sleppa undan CO2 skattinum.

Teitur Poulsen vísir á, at olju- og gassframleiðsla (Upstream parturin) telur uml.  5 – 8% av globala CO2 útlatinum – so um olju/gass ídnaðurin klárar at minka  sítt CO2 útlát  niður í helvt, so vildi hetta merkt, at globala útlátið hevði minkað við uml.  3 – 4%, og tað munar jú.

Sum partur av sínum arbeiði fylgir Teitur Poulsen sera væl við gongdini á grøna økinum og kjakinum í tí sambandi bæði í útlandinum og her heima. Viðvíkjandi tí grøna kjakinum heldur hann, at  tað er rættuliga hugstoytt at lurta eftir tí, sum mong bera fram uttan í heila takið at hava kunnað seg nóg væl um fakta.  

Kol, olja og gass 80% av eftirspurninginum

"Í dag stava meira enn  80% av eftirspurninginum eftir orku, ”Primary energy demand (PED)”,  frá fossilum keldum (kol, olja, gass) – so at halda,  at vit kunnu vera olju/gass/kol fyriuttan, er  tað sama sum at biðja ein um at baka eina gularótskøku uttan at brúka gularøtur. Tað ber rætt og slætt ikki til."  

Føroyski fíggjarstjórin í Lundin vísir á, at um hugt verður eftir metingum frá IEA (World Energy Outlook) so metir stovnurin, at sjálvt tá  < 2 stig scenario (Sustainable development scenario) verður fylgt, so fyllir tað fossilia meira  enn 50% av eftirspurninginum (PED)  í 2040, harav olja framhaldandi er ein týðandi partur, ja so týðandi at helvtin av oljuframleiðsluni í 2040 má koma frá oljugoymslum, sum  í dag enn ikki eru funnar og harvið er eisini sagt, at tað avgjørt enn er relevant fyri Føroyar at bjóða seg fram sum eitt leitiøki, tí heiminum tørvar meira olju yvir tey næstu áratíggjuni. 

“Vit skula heldur ikki gloyma, at hóast vøksturin í PED, sum  vit hava sæð í  Kina og India seinastu mongu áratíggjuni, so brúkar Kina enn bara ein fimting av USA í olju uppá íbúgva, og India brúkar minni enn ein tíggjundapart av nýtsluni hjá USA uppá íbúgvan – bæði indarar og kinverjar ynskja jú at fáa  sama livistøði sum í  USA,  so vit kunnu bara ímynda okkum, hvør eftirspurningurin eftir olju  hevði verið, um Kina og India høvdu bara helvtina av USA í nýtslu uppá íbúgvan."

Olja og gass stóran týdning fyri mannaættina

Sjálvur heldur Teitur Poulsen, at tey, sum arbeiða í oljuvinnuni, eru alt ov vánalig til at vísa á, hvat gott olja og gass hava gjørt fyri mannaættina.  Síðani ídnaðarkollveltingina er globali miðal livialdurin tvífaldaður, talið av fólki í  fátækradømi er fallið frá yvir 60% í 1920 til undir 10% í dag,  og talið av 1-ára gomlum børnum, sum hava fingið minst eina vaksinu-injection er økt úr 22% til uml. 90% yvir tey síðstu 40 árini.

“Hetta er alt takkað verið oljuídnaðinum og búskaparvøkstrinum vit hava havt – so at vilja steðga oljuídnaðinum er utopi – men at stremba eftir framhaldandi effektivisering av oljuframleiðsluni og oljunýtsluni er ein sjálvfylgja.”

[object Object]