Uttanlands

Frá Faroe Petroleum til oljufund í Barentshavi

Longboat Energy við fyrrverandi leiðsluni í Faroe Petroleum hevur gjørt eitt minni oljufund í síni fyrstu leitiboring

2021-10-12 07:02 Author image
Jan Müller

Fyrrverandi leiðslan í føroyska oljufelagnum Faroe Petroleum hevði eydnuna við sær, tá teir við nýggja oljufelagnum Longboat Energy nú um dagarnar rakti við olju í  fyrstu boringini.

Hetta hendi í Barentshavinum úr fyri Norðurnorra við boripallinum Scarabeo 8. Longboat keypti seg herfyri inn í loyvi hjá oljufelagnum Vår Energy og var hetta tann fyrsti av fleiri brunnum, sum skulu borast í Rødhetta leitimiðinum í økinum nærhendis Goliat kelduni.

Hóast nøgdin av olju í goymsluni í undirgrundini er nakað minni enn roknað varð við, so er her tó so mikið av olju, at tað møguliga kann løna seg at taka hana upp, um hon verður knýtt í verandi undirstøðukervi í økinum.

Helge Hammer, stjóri í Longboat, sigur í eini viðmerking, at tey eru nøgd við úrslitið, tó at hetta bert er tann fyrsti av fleiri brunnum, sum skulu borast í økinum.

Nevndarformaður í Longboat Energy er Graham Stewart, sum á sinni setti á stovn Faroe Petroleum. Tað felagið var nakað herfyri keypt upp av norska oljufelagnum DNO.