Innanlands

Frálandsskip hava kastað nógv av sær í Føroyum

Tor Shipping má siga farvæl við ein av sínum bestu og drúgvastu samstarvsfeløgum.

Joan Torleivsdóttir, nevndarforkvinna í Tor Shipping, Hentzar Steingrímsson, stjóri, Heðin Magnussen, skipari og Jan Hjaltalin Olsen, manningarleiðari her á brúnni umborð á Stril Merkur. Mynd Jan Müller

Joan Torleivsdóttir, nevndarforkvinna í Tor Shipping, Hentzar Steingrímsson, stjóri, Heðin Magnussen, skipari og Jan Hjaltalin Olsen, manningarleiðari her á brúnni umborð á Stril Merkur. Mynd Jan Müller

2020-06-12 16:30 Author image
Jan Müller

Tað er ein dyggur smeitur fyri øll,- manningarnar, veitarar og føroyska samfelagið sum heild, at norska frálandareiðaríið “Simon Møkster Shipping” hevur gjørt av at flagga síni skip út úr Føroyum og fara undir aftur norskt flagg. Høvuðsorsøkin er lága norska krónan.

Eftir eina bjarta tíð nú mong ár skuldi støðan brádliga broytast í 2020. Árið byrjaði tó fyrst við góðum tíðindum um, frálandaskipini Stril Merkur og Stril Mariner fóru at gera manningarskifti í føroyskari havn fyri fyrstu ferð. Tað kendist væl hjá manningunum, men so komu brádliga tey meira døpru tíðindini um, at marknaðarstøðan noyddi reiðaríið at taka skipini úr FAS og siga upp føroysku manningunum.

Ein av teimum, sum nú má siga skipunum farvæl, er stjórin og medeigarin í Tor Shipping, Hentzar Steingrímsson. Oljan.fo hitti Hentzar umborð á Stril Merkur, tá skipið fyri aðru ferð eftir stutta tíð legði at landi í Føroyum.

[object Object]

Tey bæði frálandsskipini hjá Simon Møkster Shipping, sum Tor Shipping í Havn hevur gjørt út øll árini og sum nú fara undir aftur norskt flagg, her hava tey skift manningar í Havn. Mynd Jan Müller

Í Føroyum síðani 2003

Simon Møkster Shipping kom undir føroyskt flagg við sínum fyrsta skipi í 2003, og síðan tá hava fleiri av teirra skipum verið undir FAS: Supporter, Strilhauk, Prosper, Ranger, Neptun, Mariner og Merkur. Eitt skifti var talan um fimm skip og einar 150 mans, allir føroyingar greiðir Hentzar Steingrímsson, stjóri í Tor Shipping frá.  

Orsøkin til at norska reiðaríið av fyrstan tíð kom til Føroya var serliga, at tað tá var trupult at finna sjófólk til frálandsvinnuna. Men tað var eisini munandi bíligari at reka skipini úr Føroyum tá. At føroysku manningarnar hava gjørt eitt sera gott arbeiði hevur avgjørt havt nógv at siga fyri norsku eigararnar.

Kastað nógv av sær í Føroyum

-Tað at skipini flagga um til norskt flagg er ein smeitur fyri okkum øll, sigur Hentzar Steingrímsson. Manningarnar hava trivist væl, og nógvir av monnunum hava verið í starvi í nógv Harrans ár. Og nú missa teir ein sera góðan kjans.

Fyri okkum merkir hetta, at vit mugu siga farvæl við ein av okkara bestu og drúgvastu samstarvsfeløgum. Og so mugu vit ikki gloyma alt tað avleidda virksemið, sum eitt slíkt felag kastar av sær í tí føroyska samfelagnum – upptøku av lánum í føroyskum lánistovnum, ferðing til og frá arbeiði hjá øllum manningum, keyp av hópin av veitingum í Føroyum o.s.fr. Árliga er talan um nógvar milliónir krónur sigur Hentzar Steingrímsson og heldur fram:

-Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at hugsa um einstakar kritiskar røddir, sum hava verið frammi í seinastuni um FAS. Felags fyri hesar røddir er, at tær meta, at FAS er ein beinleiðis byrða fyri føroyska samfelagið!?! Hesi fólk hava ikki ánilsi fyri, hvat slík feløg kasta av sær í Føroyum, og tey skilja heldur ikki, at einki felag í FAS fær nakra skattarefusión, sum tey ikki sjálvi hava verið við til at genererað inn í systemið frammanundan.   

Føroyska felagið nevndist í mong ár Team Beredskab, men tað fekk navnabroyting fyri nøkrum árum síðan og kallast nú Mariner.

Veika norska krónan og FAS

-Tíverri er kappingarfyrimunurin, sum FAS hevur havt gjøgnum árini, so líðandi minkaður, og er hann í dag mest sum horvin. Serliga er tað veika norska krónan, og vánaligu útlitini fyri krónukursinum, sum er vorðið ein trupulleiki. Harvið er eisini incitamentið til at velja FAS fram um NOR burtur.  Og nú riggar felagið so av í Føroyum og flaggar tvey tey seinastu skipini undir norskt flagg sigur Hentzar Steingrímsson.  Tor Shipping heldur tó fram við sínum virksemi og setir sítt álit á, at hjólini fara í gongd aftur av álvara.