Uttanlands

Framleiðsluskip nú klárt á nýggjari oljuleið á Atlantsmóti

Oljuleiðin Lancaster kann fáa stóran týdning fyri Atlantsmótið

2019-03-20 10:42 Author image
Jan Müller

[object Object]

Nýggju oljuleiðirnar við sokallaðum "fractured basement" liggja har suðuri á Atlantsmótinum nær við oljuleiðirnar Schiehallion og Foinaven. Lancaster verður fyrsta leiðin, sum fer undir framleiðslu longu í hesum árinum. Í næstum verður borað á Lincoln og Warwick leiðunum. Føroyska markið hómast ovast vinstrumegin á kortinum. 

Eftir tøkniligar byrjanartrupulleikar er framleiðsluskipið Aoka Mizu loksins komið uppá pláss á oljukelduni Lancaster miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Eftir at hava roynt at krøkja í eina serstaka boyu á oljuleiðini tvær ferðir uttan úrslit, boðar fyristøðufelagið Hurricane Energy nú frá, at triðju ferðina gekst betur, og nú verður so gjørt klárt til fyrstu oljuframleiðsluna á hesum heldur forkunnuga oljuøkinum har suðuri á Atlantsmótinum.

Oljukeldan er mett at goyma meira enn eina hálva mia. tunnur av olju. Tað áhugaverda og serstaka við hesi nýggju verkætlanini er, at oljan liggur goymd í sjálvum grundfjallinum og verður framleiðslan, sum er tann fyrsta av sínum slag á Atlantsmótinum, nevnd ”fractured basement”. Oljueygleiðarar fylgja spentir við, hvussu fer at ganga, tí fleiri líknandi keldur eru funnar í grannalagnum. So verður henda fyrsta væleydnað kann tað seta gongd á uppaftur fleiri útbyggingar og harvið ein spildunýggjan oljulandslut í økinum millum Hetland og Føroyar. Fyrsta oljan er mett til seinna hálvár, og tá verður framleiðslan 17.000 tunnur um dagin, men henda útbyggingin er bert ein av fleiri.

Herfyri keypti oljufelagið Spirit Energy seg inn í loyvini hjá Hurricane, Lincoln og Warwick, ið liggja nær við Lancaster. Felagið, sum er eitt av nýggju oljufeløgunum, ið vilja gera íløgur á Atlantsmótinum, hevur longu gjørt av at bora tríggjar brunnar í teimum báðum loyvunum.

Tíðindini um Lancaster koma sama dag, sum oljufelagið Siccar Point saman við Shell hevur sett á boring á Blackrock leitimiðinum longur norðari og tættari við føroyska markið.