Uttanlands

Olju- og gassvirksemið eystan fyri Føroyar alstóran týdning fyri Bretland

Olja og gass í undirgrundini vestan fyri Hetland fer í 2025 at vera 30% av samlaðu bretsku framleiðsluni

2019-04-01 16:53 Author image
Jan Müller

Hóast avbjóðingar er Atlantsmótið, tvs. økið millum Hetland og Føroyar, ómetaliga týdningarmikið fyri framtíðar bretska olju- og gassvirksemið. Feløgini, sum eru virkin har, megna eisini at gera tað nógv meira lønandi enn higartil. Hetta skrivar heimasíðan www.mckinsey.com.

[object Object]

Fyri nærum 30 árum síðani, tá "hol" varð sett á føroyska oljuævintýrið, var tað nettupp ein hending beint hinumegin markið, sum gav føroyska oljudrreyminum luft undir veingirnar. Tá sá manningin á Teistanum gassloga standa upp úr einum boripalli skamt frá markinum. Oljukeldan Foinaven varð funnin, og hon kom til at seta veruliga gongd á virksemið í nýggja oljulandslutinum millum Hetland og Føroyar. Ì dag borar aftur ein pallur skamt við markið, tó nakað væl longur norðuri. Møguliga fara føroysk skip um stutta tíð at siga frá enn einum nýggjum gassloga, einum nýggjum fundi við markið.

Hon ger nógv burtur úr týdninginum, sum hetta økið, ið er Føroya næsti granni, hevur og fer at hava fyri Bretland og búskapin har. Økið fer at hava ein avgerandi týdning fyri framtíðina hjá bretskari olju- og gassvinnu sum heild og fer at seta dagsskránna fyri kolvetnisvirkseminum á bretska landgrunninum í mong mong ár fram. Um væl vil til, so kann framtíðar gongdin gera, at tað fer at løna seg at framleiða kolvetni í hesum økinum við einum “breakeven” prísi uppá 35 dollarar. Hetta ger, at lutvíst nýggi landsluturin eystan fyri Føroyar kann taka upp kappingina við onnur leiti- og framleiðsluøki kring allan heimin skrivar McKinsey.com og sum verður endurgivið í fleiri altjóða miðlum.

Byrjaði leiting fyri fimti árum síðani

Oljuleitingin vestan fyri Hetland byrjaði í 1970 og ikki fyrr enn hesi seinastu árini er hon saman við eini vaksandi framleiðslu av bæði olju og gassi vorðin tann mest týdningarmikla á bretska landgrunninum. Í ár 2025 verður hon mett at gerast 30% av samlaðu bretsku kolvetnisframleiðsluni. Fara vit aftur til 2014 taldi hon einans 2%. Eygleiðarar meta, at framleiðslan frá hesum økinum kann økjast enn meira, um oljufeløgini megna at fáa kostnaðarstøðið enn longur niður. Nýggj fund í økinum kunnu gera tað uppaftur meira áhugavert, og tað at bæði tey stóru oljufeløgini og íleggjarar varpa ljós á økið kann skunda uppaftur meira undir virksemið. Ikki minst úrslitið av 30. útbjóðing í Bretlandi við nógvum nýggjum loyvum vestan fyri Hetland gevur ein sera góða ábending um stóra áhugan fyri økinum. Komandi bretska 32. útbjóðingin, sum letur upp í juni í ár - samstundis sum tann føroyska 5. útbjóðingin, um hon verður samtykt av løgtinginum - fer eftir øllum at døma at fevna um fleiri øki nettupp millum føroyska markið og Hetland.

Metingar vilja vera við, at so mikið høgt stendur økið vestan fyri Hetland í metum, at íløgurnar, sum fara at verða gjørdar í bæði leiting, framleiðslu ol. í hesum økinum fara at vera 60% av øllum íløgum á bretska landgrunninum í mun til 20% í 2018. Henda gongdin fer at hava alstóran týdning fyri veitingarvinnuna eisini umframt fyri sjálvan leitingina og framleiðsluna.

[object Object]

Lillalitti cirkulin er staðið miðskeiðis millum Hetland og Føroyar, har borað verður í løtuni, bert 4 kilometrar frá markinum.

Atlantsmótið stóran týdning fyri Bretland

Atlantsmótið hevur ikki bara stóran týdning fyri oljuvinnuna sum so. Tað hevur eisini týdning fyri bretska búskapin. Nú framleiðslan frá gomlum olju- og gasskeldum í Norðsjónum minkar, fer økið vestan fyri Hetland, sum eisini verður rópt tann nýggi Norðsjógvurin,  at hava ein týðandi leiklut at varðveita og menna fjarskotin og útjaðaraøki í Bretlandi og at tryggja orkuveitingina. Ein stórur partur av gassinum frá økinum fer beinleiðis til stóra bretska marknaðin. Hetta ger eisini Bretland munandi minni bundið av russiskum gassi. Tí vilja nýggj gassfund millum Hetland og Føroyar hava sera stóran strategiskan og geopolitiskan týdning fyri Bretland, sum tá verður minni heft at russiskum gassi. Og verður gass funnið í føroysku undirgrundini, hvat fleiri eygleiðarar og metingar vilja vera við, so stendur stóri bretski marknaðurin og bíðar eftir hesum.

[object Object]

Hesin - heimsins størstu boripallurin borar nú 4 kilometrar frá føroyska markinum.

Mett verður at umleið ein fjórðingur ella 67.000 av øllum arbeiðsplássum í oljuvinnuni í 2025 fara at verða tengd at framleiðsluni á Atlantsmótinum. Tí hava bæði ídnaðurin og landsins myndugleikar ein púra greiðan málsetning um at lata upp fyri teimum olju- og gasskeldum, sum longu eru funnar vestan fyri Hetland og gera tær meira lønandi og samtíðis eisini at finna uppaftur fleiri keldur. Í Bretlandi er tað tí ikki ein spurningur um leitast skal eftir olju. Tað er eins náttúrligt sum at framleiða oljuna, sum longu er staðfest og funnin.

[object Object]

Olju- og gassleiðirnar millum Hetland og føroyska markið eru um at avloysa fimti ára gamla virkeminum fyri eystan í Norðsjónum. So er spurningurin nær og um hetta virksemið eisini fer at røkka uppaftur longur vestur - inn á føroyska landgrunnin, har ein virkin kolvetnisskipan longu er staðfest.

Eisini ivamál knýtt at økinum

Tað eru tó eisini knýtt ivamál og trupulleikar at økinum. Enn verður tað mett sum eitt útjaðararøki við ringum veðri, djúpum vatni, sera avmarkaðum infrastrukturi og eini torgreiddari jarðfrøði. Tað ger framleiðsluna vestan fyri Hetland meira avbjóðandi enn fyri restina av bretska landgrunninum.

Eisini liggur økið longri burturi frá stóru veitingarhavnunum í Aberdeen og Stavanger. Lutvíst fáu framleiðandi keldurnar og harvið avmarkaði infrastruktururin gera tað eisini torførari at leita og at knýta nýggjar smærri keldur í størri “Hubbar”. Men hetta er við at broytast, og stóri áhugin hjá bæði oljufeløgum og íleggjarum at gera íløgur í hesum fjarskotna økinum fer heilt givið at skunda undir virksemið komandi árini skrivar McKenzie.

Men tað verður eisini neyðugt við størri móttøkuorku til bæði olju og gass á Sullom Voe terminalinum í Hetlandi. Antin mugu nýggjar keldur knýta í verandi rørleiðingsskipanir til lands ella mugu nýggjar byggjast. Hetta er m.a. tað, sum serfrøðingar hjá bæði Shell og Equinor nú kanna í sambandi við útbyggingar av Cambo og Rosebank keldunum nær føroyska markið.

Um somu tíð sum henda stóra menningin fer fram hjá okkara næsta granna, skal Føroya Løgting um stutta tíð til at taka endaliga støðu til, um farast skal aftur undir at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini.

[object Object]

Gulu prikkarnir vísa brunnar, sum eru boraðir seinastu 50 árini í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Er túrurin nú komin til at seta fleiri gular prikkar á Føroyakortið eisini?