Uttanlands

Franskur gassrisi borar aftur eystan fyri markið

Total hevur eisini í umbúnað at bora fleiri leitibrunnar aftrat í økinum millum Hetland og Føroyar

2019-07-21 15:57 Author image
Jan Müller

So settu teir á aftur at bora nýggjan brunn á Atlantsmótinum, franska Total. Felagið er júst farið undir at bora ein metingarbrunn á Glendronach fundinum. Talan er um eitt stórt gassfund, ið felagið gjørdi í fjør nærhendis verandi gasskeldunum, Laggan Tormore og Glenlivet. Tær fóru undir fyrstu veruligu framleiðsluna av gassi vestan fyri Hetland í 2016. Nú er so ætlanin at knýta Glendronach uppí verandi infrastrukturin á Laggan Tormore, sum gongur til lands í Hetlandi.

Stjórin hjá Total, Jean-Luc Guiziou sigur við Energy Voice, at Total eisini hevur í umbúnað at bora fleiri nýggjar leitibrunnar á Atlantsmótinum. Oljan.fo skilur, at Total eisini hevur víst føroyska økinum ans. Vónandi fara vit at síggja henda gassrisan sum part av nýggjastu 5. útbjóðingini á føroyska landgrunninum, nú stjórin í felagnum ger vart við, at teir hava í hyggju at bora nýggjar leitibrunnar á Atlantsmótinum.