Uttanlands

Funnið meira olju har suðuri á Atlantsmótinum

Eitt stig víðari til eina nýggja oljuleið á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar.

Nýggja oljuleiðin í Lancaster økinum har suðuri á Atlantsmótinum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Norðanfyri liggja tríggjar framleiðandi keldur, Clair, Foinaven og Schiehallion.

Nýggja oljuleiðin í Lancaster økinum har suðuri á Atlantsmótinum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Norðanfyri liggja tríggjar framleiðandi keldur, Clair, Foinaven og Schiehallion.

2019-12-06 13:33 Author image
Jan Müller
placeholder

 [object Object]

Oljufeløgini Hurricane Energy og Spirit Energy hava troffið við lætta olju har suðuri á Atlantsmótinum skriva bretskir oljumiðlar. Talan er um enn eina oljukeldu á einari nýggjari oljuleið í sokallaða Lancaster økinum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar, sunnan fyri tær stóru framleiðandi keldurnar Foinaven og Schiehallion.

Keldan, sum verður nevnd Warwick West, er úrslitið av triðja boringini, sum er gjørd í hesum økinum seinastu tíðina. Enn er ov tíðliga at gera nakra endaliga niðurstøðu um fundið, tí fyrst er neyðugt við tøkniligum kanningum av ymsum slag.

Oljuheimurin bíðar annars spentur eftir endaliga úrslitinum av hesi triðju boringini, nú vónirnar frammanundan hava verið stórar. Frammanundan var olja funnin í Lincoln leitimiðinum nærhendis, meðan úrslitið av enn eini boring, á Warwick Deep leitimiðinum, var eitt vónbrot. Júst tí hevur henda triðja boringin stóran týdning fyri framtíðar menningina av øllum økinum.

[object Object]

Oljan liggur niðri í sjálvum grundfjallinum.

Lancaster oljukeldan, sum liggur í grannalagnum, fór undir framleiðslu nakað herfyri. Ætlanin er at útbyggja hinar keldurnar eisini og knýta tær í Lancaster, soleiðis at her fer at vera ein nýggjur oljuhubbur.

[object Object]

Oljufelagið Hurricane Energy hevur leingi trúð uppá hetta økið, sum er nakað serstakt í oljuhøpi. Oljan finst nevniliga í sjálvum grundfjallinum og verður sjáldsami framleiðsluhátturin nevndur “Fractured Basement”. Framleiðslan, sum er í løtuni á Lancaster, er tann fyrsta yvirhøvur á bretska landgrunninum av hesum slag, og eydnast tað at knýta aðrar grannakeldur í Lancaster framleiðslukjarnan, kann hetta nýggja oljuøkið fáa stóran týdning fyri Bretland.

[object Object]

Stóri spurningurin í løtuni er, um tær báðar nýggju keldurnar Lincoln og Warwick goyma nóg nógva olju til at skapa grundarlag fyri eini lønandi útbygging við at knýta í Lancaster, har framleiðsluskipið Aoka Mizu seinastu mánaðirnar hevur tikið ímóti olju, sum verður flutt til oljuterminalin í Sullom Voe í Hetlandi.

[object Object]

placeholder