Uttanlands

Fyrsta stóra olju- og gassfundið í Norra í ár

Oljufelagið ConocoPhillips fekk heiðurin av at gera størsta oljufundið í fjør. Nú fær Equinor heiðurin fyri at hava gjørt fyrsta stóra oljufundið í ár

Oftani hava oljufeløg eydnuna við sær, tá tey leita eftir nýggjum goymslum, sum kunnu liggja nærhendis verandi fundum. Hetta er so sama hugsan, sum føroyskir myndugleikar gera sær, tá olja og gass verður funnið nær markið - at tað kann vera ábending um, at oljugoymslurnar halda fram hesumegin markið.

Oftani hava oljufeløg eydnuna við sær, tá tey leita eftir nýggjum goymslum, sum kunnu liggja nærhendis verandi fundum. Hetta er so sama hugsan, sum føroyskir myndugleikar gera sær, tá olja og gass verður funnið nær markið - at tað kann vera ábending um, at oljugoymslurnar halda fram hesumegin markið.

2021-02-05 12:03 Author image
Jan Müller

Hóast nøkur lond í Vesturheiminum sum t.d. Frakland, Írland og nú seinast Danmark hava gjørt av at gevast við leiting eftir olju og gassi, so fer leiting eftir nýggjum olju- og gasskeldum kortini fram kring allan heim. Og tekin eru ikki til, at londini eru sinnað at forða oljufeløgum í at leita, tó at íleggjarar í støðugt størri mun velja olju- og gassleiting frá fyri ístaðin at gera íløgur í varandi orkukeldur.

Norra telist millum tey av heimsins londum, sum ongar ætlanir hevur at gevast við at leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum. Tvørturímóti heldur umfatandi leiting fram á tí stóra norska landgrunninum eins og í Barentshavinum fyri norðan.

Og longu ein mánað inn í nýggja árið boðar Equinor frá einum oljufundi. Saman við partnarunum DNO, Petoro og Wellesleyt Petroleum hevur norska orkufelagið Equinor gjørt eitt stórt olju- og gassfund nærhendis stóru Trollkelduni á norska landgrunninum.

Nýggja fundið hevur fingið heitið Røver Nord. Fundið verður mett at vera meðalstórt og goymir millum 44 og 69 mió. tunnur. Equinor, sum er fyristøðufelag, metir, at tað er nóg stórt til at byggja út til framleiðslu, nú tað kann bindast í verandi Troll framleiðsluleiðina. Hetta er triðja keldan, sum Equinor hevur funnið nærhendis Troll. Ì 2019 fann tað Echino og í 2020 Swisher keldurnar.