Uttanlands

Gass nær Føroyum skal tryggja Bretlandi orkuframtíð

Nógv gass er í bretsku undirgrundini eystan fyri Føroyar. Hetta skal vera við til at tryggja bretsku orkuframtíðina. Til tess krevjast íløgur í nýggja framleiðslu.

Deirdre Michie, forkvinna í felagnum hjá bretskari olju- og gassvinnu, Oil and Gas UK, heldur, at so mikið nógv gass er til eitt nú eystan fyri Føroyar, at verða íløgur gjørdar í m.a. Cambo kelduna, stutt frá føroyska markinum, so kunnu tær vera við til at loysa framtíðar gasstørvin hjá Bretlandi, sum fer at vaksa komandi 20 árini. Mynd OGUK.

Deirdre Michie, forkvinna í felagnum hjá bretskari olju- og gassvinnu, Oil and Gas UK, heldur, at so mikið nógv gass er til eitt nú eystan fyri Føroyar, at verða íløgur gjørdar í m.a. Cambo kelduna, stutt frá føroyska markinum, so kunnu tær vera við til at loysa framtíðar gasstørvin hjá Bretlandi, sum fer at vaksa komandi 20 árini. Mynd OGUK.

2021-10-01 11:58 Author image
Jan Müller

Bretland er í hesum døgum rakt av eini orkukreppu. Framleiðslan av gassi megnar ikki at liva upp til eftirspurningin, og tí eru prísirnir á gassi farnir upp í loft. Hetta hevur longu stórar avleiðingar fyri brúkararnar, sum bæði eru vanlig húsarhald og fyritøkur. Men ein loysn er fyri framman, og hon er at geva grønt ljós til útbyggingar av olju- og gassfeltum eitt nú eystan fyri føroyska markið.

Prísurin á gassi er vaksin við 250% síðani í januar. Felagið hjá oljuvinnuni í Bretlandi, Oil and Gas UK (OGUK) heldur seg hava svarið - í hvussu er langtíðar loysnina - fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs.

[object Object]

Nógvar stórar olju- og gasskeldur eru funnar beint eystan fyri føroyska markið. M.a. Cambo, sum goymir nógv gass, ið kann koma sera væl við hjá Bretlandi í framtíðini sigur stjórin í Oil and Gas UK, felagnum hjá bretsku oljuvinnuni, Deirdre Michie. Ì næstum verður avgjørt, antin myndugleikarnir geva loyvi til útbygging ella ikki. Tað kann eisini fáa týdning og avleiðing fyri framtíðar føroysku oljuleitingina. 

Eftirspurningur eftir gassi fer at vaksa nógv

Altjóða eftirspurningurin eftir gassi fer at vaksa komandi 20 árini. OGUK metir, at framleiðslan av gassi í  Norðsjónum og vestan fyri Hetland (les: eystan fyri Føroyar) kann vera við at lætta um trýstið. Men hetta krevur, at m.a. longu funnar gasskeldur verða útbygdar til framleiðslu og vísir vinnufelagið  her m.a. til nógv umstríddu Cambo kelduna eystan fyri Føroyar. Hon liggur tætt upp at føroyska markinum og er vorðin eitt stríðsmál, nú altjóða umhvørvisráðstevnan COP 26 skjótt fer av bakkastokki.

Umhvørvisfelagskapir og politikarar vilja ikki hoyra talan um eina slíka útbygging, samtíðis sum altjóða veðurlagsráðstevna verður hildin í Skotlandi. Teir krevja rætt og slætt, at bretski forsætisráðharrin Boris Johnson steðgar útbyggingini av Cambo. Hann svarar, at tað ber ikki til at bróta gjørdar avtalur um eitt nú Cambo.

Oljuvinnan, ið umboðar tey 100.000 starvsfólkini í vinnuni, vísir á, at verður Cambo ikki útbygt, so fer tað hava við sær enn størri innflutning av kolvetnum úr londum, sum als ikki taka hædd fyri útlátinum í framleiðsluni. Her stendur so málið, ein mánað undan COP 26. Og samtíðis hendir so tað, at Bretland upplivir eina gasskreppu. Tað er um hesa, sum vinnan nú rópar varskó.

Stjórin í OGUK, Deirdre Michie sigur sambært Energy Voice, at meira enn 40% av streyminum í Bretlandi stavar frá gassi, og 23 milliónir sethús verða upphitað við gassi, so hóast gassnýtslan fer at minka sohvørt, fer gass kortini at hava alstóran týdning fyri Bretland í mong ár aftrat. Hetta er eisini nakað, sum "The Climate Change Committee” hevur loyvt í tess rakstrarætlanum fyri útlát. 

Mugu gera íløgur í meira gass

“At gera íløgur í okkara egna gasstilfeingi kann vera við til at stuðla upp undir grøna orkuskiftið. Gera vit ikki tað, so fer tað at hava við sær størri innflutning antin við tangabátum ella gjøgnum rørleiðingar. Gassgoymslurnar, sum liggja í okkara undirgrund, kunnu eisini vera við til at styrkja orkutrygdina í Bretlandi, verja okkara brúkarar undir orkuskiftinum til lægri útlát og at halda okkum trygt á okkara veðurlagskós, sum er gjørd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar gjøgnum eitt nú sáttmálanum “The Energy Transition Deal”, sigur Deirdre Michie, sum í løtuni er fremsta talskvinnan hjá bretsku olju- og gassvinnuni.   

Henda gongdin kann  so vera við til at lækka kostnaðinum á gassi hjá tí einstaka brúkaranum. Sambært orkugreinarafyritøkuni DNV fer altjóða eftirspurningurin eftir gassi at vaksa heilt fram til 2041 tvs. komandi 20 árini. 

Nokk av gassi í bretsku undirgrundini

Umleið ein helvt av bretsku gassnýtsluni stavar frá heimligari framleiðslu, og hetta fer felagið hjá orkuvinnuni, OGUK, at greina gjøllari frá í komandi frágreiðingini “Energy Outlook Report” seinni í hesum mánaðinum. 

Hon fer at undirstrika, at tað er nóg mikið til av gassi í bretsku undirgrundini til tess at kunna fremja grøna orkuskiftið komandi 30 árini, tó at framhaldandi eftirspurningurin eftir olju og gassi fer at hava tørv á nýggjum íløgum. Verandi støða við manglandi gassi á marknaðinum undirstrikar júst henda íløgutørvin. 

[object Object]

Týðandi avgerð fyri Føroyar eisini

Sæð við føroyskum eygum kann ein væleydnað leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum, tætt við longu funnu olju- og gasskeldurnar hinumegin markið á bretskum øki, eisini koma væl við á stóra bretska gassmarknaðinum, sum avgjørt kann hugsast at vilja taka væl ímóti møguligum framtíðar føroyskum gassi – gass úr næsta grannalagnum.

Orsøkin til, at grønt ljós til Cambo útbyggingina, kann hava so stóran týdning fyri føroysku kolvetnisframtíðina, er tann, at við Cambo verður ment eitt spildurnýtt undirstøðukervi beint við okkara mark. Tvs. bæði framleiðsluskip til olju og rørleiðingar til at flyta gass til lands. Eitt slíkt undirstøðukervi kann tá helst eisini verða brúkt til at fáa møguliga framtíðar føroyska framleiðslu til høldar.  

Nú verður so við spenningi bíðað eftir, at bretski orkumyndugleikin OGA, Oil and Gas Authority, um og nær fer at geva grønt ljós til Cambo útbyggingina skamt frá føroyska markinum. Tað kann henda í dag sum ein annan dag. Um altjóða veðurlagsráðstevnan í Skotlandi, COP 26, sum byrjar 31. oktober, fer at hava ávirkan á hesa avgerð - fyri ikki bert Bretland men eisini Føroyar - fer tíðin at vísa.

[object Object]

Avgerðin um at loyva útbygging av olju- og gasskelduni Cambo beint eystan fyri føroyska markið verður helst tikin í næstum. Hon kann hava týdning fyri føroysku oljuframtíðina eisini, tí grønt ljós til útbyggingina fer at skapa nógvar nýggjar og spennandi møguleikar fyri føroyska leiting og framleiðslu men eisini fyri føroyska veitaravinnu, sum kann gerast partur av komandi leiting og útbyggingum í marknaðarøkinum millum Føroyar og Bretland. Og vil væl til kann hetta vera við til at skapa grundarlag fyri einum nýggjum samstarvi millum hesi bæði londini uttan fyri ES. Á myndini boripallurin West Hercules á Skálafirði til umvæling. Slík sjón kann eisini gerast partur av framtíðar føroysku vinnumyndini. Men alt ella nógv velst um lagnuna hjá Cambo kelduni. Verður hon útbygd koma aðrar eftir. Verður hon ikki útbygd, so kann tað gerast endin á øllum olju- og gassævintýrinum eystan fyri Føroyar .... og harvið Føroyum eisini.   Mynd Jan Müller

Keldur: Energy Voice, Financial Times og Upstream