Uttanlands

Gass úr Asia gera Evropa minni bundið av Russlandi

Í hesum døgum verður latið upp fyri nýggjari gassleiðing úr Asia til Evropa, sum verður ein kappingarneyti til gass úr Russlandi

2021-01-05 10:26 Author image
Jan Müller

[object Object]

 

Talan er um eina nýggja gassleiðing úr Azerbaijan, sum skal veita gass til evropeiska marknaðin. Hon er 3500 kilometrar long og er í trimum pørtum og gongur gjøgnum sjey lond. Gassið úr hesum asiatiska gassøkinum nærhendis søguliga oljubýin Baku, tvs. frá risastóru gasskelduni Shah Deniz 2 í Kaspiska havinum, skal kappast við gass úr Russlandi og harvið gera Evropa minni bundið at Russlandi.  

Í dag eru fleiri lond í Evropa sera bundin av innflutninginum av russiskum gassi úr Sibiria og hava russar í fleiri førum brúkt gassið í sínum geopolitiska talvi við lond í Evropa eitt nú Ukraina. Nýggja gassverkætlanin hevur eisini verið stuðlað av ES, nú hon nettupp er við til at minka um gassbindingina úr Russlandi. Gassið úr Azerbajhan fer at nøkta tørvin á gassi í m.a. Italia, Grikkalandi, Bulgari og Turkalandi. 
 
Í dag hevur Russland eftirlit við 34% av øllum gassi á evropeiska marknaðinum og arbeiðir í løtuni við ætlanum at økja um útflutningin til Evropa eitt nú gjøgnum nýggju Nordstream 2 gassleiðingina. Kortini fer gass úr Asia at vera við til at loysa Evropa úr russiska haftinum, tó at Evropa framvegis fer at hava tørv á russiska gassinum, ikki minst nú farið verður burtur frá at brúka kol í orkuframleiðsluni - harvið tørvurin á gassi verður størri. Varandi orkukeldur so sum vindorka og sólorka fáa sohvørt størri týdning, men langt frá til at nøkta eftirspurningin.