Uttanlands

Gassframtíð eystan fyri Føroyar

Bretska orkufelagið Corallian fingið fígging til at útbyggja gassfeltið Victory  á Atlantsmótinum

Olju- og gassterminalurin í Sullom Voe í Hetlandi fær skjótt ein nýggjan gasskunda, sum verður gass frá Vicotory kelduni eystan fyri Føroyar

Olju- og gassterminalurin í Sullom Voe í Hetlandi fær skjótt ein nýggjan gasskunda, sum verður gass frá Vicotory kelduni eystan fyri Føroyar

2021-02-22 17:26 Author image
Jan Müller
[object Object]
Victory liggur miðskeiðis millum føroyska markið og Hetland.
 
Tað er framtíð í at útbggja og  framleiða gass á leiðunum millum Hetland og Føroyar. Hetta heldur bretska orkufelagið Corallian Energy eins og lánveitari tess Reabold Resources. Íløgufelagið eigur 36,9% av Corallian, sum einsamalt stendur fyri Victory kelduni. 
 
Hon varð funnin í 1977 um somu tíð sum risastóra oljufeltið Clair nærhendis. Keldan hevur síðani skift hendur nakrar ferðir, og nú franska orkufelagið Total hevur bygt út Laggan Tormore gassfeltið við beinleiðis garrrørleiðing til Hetlands, metir Corallia tað verða lønandi at útbyggja Victory og binda framleiðsluna í gassrørleiðingina frá Laggan Tormore til Sullom Voe terminalin í Hetlandi. Frammanundan hava tvær aðrar gasskeldur, Edradour og Glenlivet bundið í somu gassrørleiðing. Væntandi verður fyrsta framleiðslan frá Victory í 2024
 
Corallian Energy fekk annars tillutað fleiri nýggj leitiloyvi eystan fyri Føroyar í seinastu 32. útbjóðingini á bretska landgrunninum. 
 
Við útbyggingini av Victory verður mett, at gassvirksemið eystan fyri Føroyar fer at fáa størri og størri týdning í framtíðini, nú her liggja fleiri onnur gassfelt, sum við tíðini helst fara at verða útbygd eisini. Gass er eisini funnið í undirgrundini tætt upp at føroyska markinum. Total, sum stóð fyri fyrstu stóru gassútbyggingini á Atlantsmótinum, umhugsar at útbyggja enn eitt gassfelt í økinum, fundið Glendronach tað gjørdi nøkur ár herfyri.
 
[object Object]