Uttanlands

Gera nú klárt til týðandi boring við føroyska markið

Stór boriverkætlan vestan fyri Hetland gevur nýggjar vónir í Skotlandi

Heimsins størsti boripallur Ocean GreatWhite her á veg inn í Kishorn fjørðin í norðureystur Skotlandi at verða umvældur til eina stóra boriverkætlan eystan fyri Føroyar. Hann vekir ikki sørt minnir úr Føroyum, tá enn ein risapallur, West Hercules varð umvældur á Skálafjørðinum.

Heimsins størsti boripallur Ocean GreatWhite her á veg inn í Kishorn fjørðin í norðureystur Skotlandi at verða umvældur til eina stóra boriverkætlan eystan fyri Føroyar. Hann vekir ikki sørt minnir úr Føroyum, tá enn ein risapallur, West Hercules varð umvældur á Skálafjørðinum.

2019-01-19 14:38 Author image
Jan Müller

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Í hesi vikuni kom heimsins størsti boripallur av sínum slag, Ocean GreatWhite, (semi-submersiable), á fjørðin í Kishorn í norðurvestur Skotlandi, har hann komandi mánaðirnar verður gjørdur klárur til at bora tríggjar brunnar eystan fyri føroyska markið.

Pallurin hevur verið á ferð úr Singapore í nærum seks mánaðir við kós móti Skotlandi. Hann verður kjarnin í eini stórari boriverkætlan, sum oljufelagið Siccar Point, saman við Shell, stendur á odda fyri. Tað eru tó ikki einans oljufeløg, sum bíða í spenningi eftir, at pallurin skal seta kós seinasta teinin til sítt fyrsta boristað skamt frá føroyska markinum. Eisini havnamyndugleikarnir í Kishorn eins og umboð fyri útgerðarvinnuna í hesum partinum av Skotlandi fegnast um, at júst teirra havn er vald út til at standa fyri umvælingini og klárgerðing av pallinum, sum skal seta borin í undirgrundina á Blackrock leitimiðinum tætt upp at føroyska markinum í mars mánaði.

Havnaøkið í Kishorn, sum eisini hýsir eini turrdokk, varð bygt longu í 70 unum, tá oljuvinnan tók seg upp í Norðsjónum. Fyrsti risastóri oljupallurin, Ninian, varð bygdur í Kishorn. Seinni er havnin brúkt til aðrar uppgávur eisini so sum bygging av eini brúgv, útbúnaði til varandi orkukeldur og nú eisini til niðurtøku av pallum, (decommissioning). Seinastu mongu árini hevur tó lítið virksemi verið har, men ein nútímansgerð av havnaviðurskiftunum fyri nøkrum árum síðani kemur sera væl við, nú júst henda havnin er vorðin vald út til klárgerðing av pallinum til stóru arbeiðsuppgávuna vestan fyri Hetland – at bora ikki færri enn tríggjar djúpvatnsbrunnar.

Skotskir miðlar gera nógv burtur úr hendingini, nú hesin megapallurin, sum teir kalla hann, er komin í skotska havn. Hann gevur lokaløkinum ikki sørt av eini kenslu av, at oljuvinnan  er við at koma fyri seg aftur, hesaferð ikki í Norðsjónum men á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland – ella sum okkum í Føroyum dáma betur at siga: eystan fyri Føroyar.

Klárgerðingin av Ocean GreatWhite, sum upprunaliga varð bygdur til oljuleiting hjá BP í Australia, kann geva Kishorn og hesum fjarskotna partinum av Skotlandi eina nýggja byrjan innan oljuvinnuna og eisini innan aðrar vinnur so sum grønari orku og decommissioning, sum fer at mennast komandi árini. Fleiri skotskar havnir gera seg út til at taka ímóti hesi vinnu, og Kishorn er ein teirra.

Vaksandi virksemi á Atlantsmóti jaligt fyri Skotland

Umboð fyri skotska felagið, ið stendur fyri umvælingararbeiðinum, síggja stórar framtíðar møguleikar í økinum, nú hesin stóri pallurin fer at varpa ljós á aftur økið. Einaferð – tá oljuvinnan tók seg upp í Norðsjónum í 70-unum - vóru 3000 fólk til arbeiðis her. Nýggja uppgávan fer at geva arbeiði til meira enn 100 fólk í útgerðarvinnuni í eina tíð.

Simon Russell, stjóri fyri Kishorn Port sigur, at hetta er úrslitið av tíggju ára menningararbeiði. “Vit umrøða oftani Kishorn sum tann sovandi bjørnin. Hon er nú við at rakna við aftur.”

Arbeitt hevur verið seinastu mongu árini við at nútímansgera havnina og økið rundan um, bæði varandi orkukeldur verða útbygdar og farið verður undir at taka gamlar pallar niður umframt tað, sum hendir á olju- og gassøkinum.

“Tað hevur nógv at siga fyri okkum at fáa henda fyrsta stóra sáttmálan, sum er eitt týðandi stig til framtíðar virksemi, ið kann geva nógv arbeiðspláss,” sigur Russell.

Alistair Ferguson, sum stendur á odda fyri arbeiðinum í havnini, sigur við Energy Voice heimasíðuna, at hetta er ein stórur dagur fyri Kishorn og Skotland og fegnast um, at stovnar sum Scottish Government’s Decommissioning Challenge Fund and Highlands and Islands Enterprise, hava verið við til at fíggja nútímansgerðina av havnini og dokkini. Eisini umboð fyri HIE siga, at tað er hugaligt at síggja, at teirra íløgur koma til sín rætt og eru við til at betra um grundarlagið hjá veitingarvinnuni - supplay chain.

Síggja stóra oljuframtíð á Atlantsmótinum

At oljufelagið Siccar Point leigar slíkan boripall í upp til eitt hálvt ár ella so og flytur hann longu leiðina úr Asia til Norðuratlantshav sigur ikki so lítið um, hvønn týdning felagið leggur í framtíðar oljuvirmsemið á Atlantsmótinum tvs. leiðunum millum Hetland og Føroyar. Tá fyrsti brunnurin er boraður á Blackrock leitimiðinum, sum liggur millum oljukeldurnar Cambo og Rosebank og føroyska markið, og sum er mett at goyma stórar nøgdir av olju, fer pallurin longur norður á Atlantsmótinum til eina spildurnýggja gassleið, sum ætlanin er at útbyggja til framleiðslu. Har skal pallurin bora Lyon leitimiðið, sum fer at verða kjarnin í einum nýggjum gass ”hubbi”. Vónirnar til at finna nógv gass har eru stórar. Frammanundan eru gjørd fleiri smærri gassfund í sama øki og er ætlanin, at øll hesi skulu knýtast í komandi Lyon kjarnan. Triði brunnurin verður so boraður longur syðri, á Camboleiðini.

Tað er greitt, at eisini í Føroyum verður væl fylgt við gongdini hinumegin markið. Ein talskmaður fyri kendu ráðgevarafyritøkuna Wood McKenzie skrivaði herfyri, at eitt gott úrslit í Blackrockbrunninum kundi merkja, at hol varð sett á føroysku oljuøldina eisini, so tætt við markið verður borað.

Eingin ivi er heldur um, at føroyskar vinnufyritøkur fylgja hesi gongdini, tí nýtt oljuvirksemi so tætt við Føoyar, merkir, at her kunnu verða møguleikar fyri at veita vørur og tænastur úr Føroyum eisini. At stóri boripallurin verður umvældur á skotskum firði fær so eisini minnini fram um umvælingina av enn einum risapalli, West Hercules á Skálafirði nøkur ár herfyri. Eitt økt leiti- og borivirksemi í økinum komandi árini fer uttan iva eisini at geva føroyskum fyritøkum og havnum møguleika at bjóða seg fram. Ein føroysk vinnuferð í Aberdeen í fjør varð gjørd m.a. við hesum fyri eygað. Livst so spyrst.

[object Object]

Megapallurin Ocean GreatWhite fyri akkerð í Kishorn fjørðinum í Skotlandi.

[object Object]

Vit síggja her økini, har teir tríggir brunnarnir skulu borast. Niðast vinstrumegin er brunnur á Cambo kelduni, beint norðan fyri er Blackrock leitimiðið og longur norðuri (høgrumegin) er Lyon leitimiðið.

[object Object]

[object Object]Ocean GreatWhite pallurin í Kishorn gevur ikki sørt av assosiatiónum til stórhendingina á Skálafirði í 2014, tá West Hercules kom á fjørðin fyri at verða umvældur.