Uttanlands

Graham Stewart umhugsar at fara undir nýtt oljuvirksemi

Hóast hann skjótt gevst í Faroe Petroleum, so fer Graham Stewart ikki at gevast í oljuvinnuni. Hann leggur skjótt aftur til brots

Graham Stewart, sum seinastu 20 árini rættiliga hevur gjørt um seg í oljuheiminum, fer nú nýggjar leiðir í somu vinnu, eftir at Faroe Petroleum er uppkeypt av norskum oljufelag.

Graham Stewart, sum seinastu 20 árini rættiliga hevur gjørt um seg í oljuheiminum, fer nú nýggjar leiðir í somu vinnu, eftir at Faroe Petroleum er uppkeypt av norskum oljufelag.

2019-01-15 13:48 Author image
Jan Müller

Graham Stewart, sum í næstum gevst sum stjóri í Faroe Petroleum, ætlar sær ikki at geva skarvin yvir, hóast norska oljufelagið DNO hevur tikið yvir felagið, sum  Graham stovnaði og stýrdi í meira enn 20 ár, við higartil at keypa upp meira enn 76% av øllum partabrøvunum, teirra millum teimum hjá leiðsluni í felagnum. Norskir og bretskir miðlar skriva, at verandi leiðsla í feløgunum tvs. bæði í Bretlandi og Norra, fær við sær millióna upphæddir  í partabrøvum og optiónum.

Sambært Daily Telegraph ætlar Graham Stewart sær ikki at sleppa oljuvinnuni, tá hann um einar tríggjar mánaðir heilt gevst í sínum 20 ára gamla felag, sum eftir øllum at døma verður avtikið. Graham heldur, at møguleikarnir fyri at skapa nýggj virði í oljuvinnuni í Norðsjónum framvegis eru stórir. Hann sær møguleikar fyri at keypa upp loyvi og bora nýggjar leitibrunnar:

"There are assets out there to buy and there are exploration wells to drill and . . . and we’ve learned a lot of lessons over the years”, sigur hann við blaðið.

Stjórin sigur víðari, at hann ætlar sær ikki at gevast, nú Faroe Petroleum fer í søguna,  og hann roknar heldur ikki við, at fleiri av hinum í leiðsluni fara at venda oljuvinnuni bakið. Heldur tvørturímóti fara teir at hyggja eftir møguleikum fyri at byrja av nýggjum við teimum drúgvu royndum teir longu hava frá oljuvinnuni nú í mong mong ár. Og eisini byggja víðari á tey góðu sambond, sum eru bygd upp við onnur feløg og fólk.

“We could reach quite a high level in a shorter time now we know how to do it . . . and we are all dead keen on it,” sigur ein bjartskygdur Graham Stewart og vísir til, at fleiri nýggj feløg eru sprottin úr øðrum feløgum og nevnir her ma. feløgini Chrysaor og ikki minst Neptune Energy, hvørs stjóri er fyrrverandi stjórin í Centrica, Sam Laidlaw. Hesin hevði eisini eina fortíð í Amerada Hess, tá hetta felagið sum eitt av teimum fyrstu vísti ans fyri leitingini við Føroyar á sinni.

Við Financial Times sigur Graham Stewart, at tað vil vera heilt náttúrligt fyri seg at brúka teir eginleikar, vitan og royndir hann hevur frá Norðsjónum.

Norska blaðið Stavanger Aftenblad skrivar undir yvirskriftini ”Faroe-direktørerne er ferdige”, at stjórarnir í Faroe Petroleum hava gjørt DNO greitt, at teir fara úr felagnum innan tríggjar mánaðir. Teir tríggir stjórarnir talan er um hava útloyst sínar partabrævaoptiónir. Júst hvussu nógv teir fáa við sær er ógreitt, men sambært DN hevur Helge Hammer, stjóri í norska dótturfelagnum, 81 mió. kr. í partabrøvum og optiónum,., Jonathan Cooper, fíggjartjóri hevur 64 mió. kr. og Graham Stewart, ovasti stjórin og stovnari av felagnum, stendur til at at eiga 137 mió. kr. í ávikavist partabrøvum og optiónum. Meginpartin hevur hann sjálvur keypt yvir 20 ár. Hetta merkir tó ikki, at tað eru hesar upphæddirnar teir fáa útgoldið. Tey tølini eru munandi lægri skilst.

Graham Stewart hevur sagt við útlendskar miðlar, at hann í løtuni er 100 fokuseraður uppá "handover" til DNO, sum hann sjálvur ynskir skal ganga so smidliga sum tilber.