Uttanlands

Greenpeace fær ikki viðhald at steðga oljuframleiðslu

Ein dómstólur í Skotlandi vísir aftur Greenpeace kravi um at steðga oljuframleiðslu á Vorlich leiðini í Norðsjónum

2021-10-13 09:51 Author image
Jan Müller

Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace vildi hava rættin at taka aftur loyvi frá oljufeløgunum BP og Ithaca at framleiðla olju á nýggjari oljuleið eystan fyri Aberdeen.

Oljuvinnan í Skotlandi tekur sum vera man væl ímóti avgerðini, sum hon metir kann fáa týdning fyri aðrar oljuleiðir í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Eitt nú verður hetta stigið mett sum eitt gott tekin fyri góðkenningina av stóru oljuleiðini við føroyska markið, Cambo, sum bíðar eftir endaligu góðkenningini av útbygging. 

Víst verður eisini á, at um rætturin hevði tikið kravið frá Greenpeace til sín og tikið aftur framleiðsluloyvið frá teimum báðum oljufeløgunum, tá hevði hetta kunnað verið ein verulig hóttan móti øllum teimum mongu útbyggingum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum eru í stoypiskeiðini.

Greenpeace fór í rættin við Vorlich, tí tað metti, at stjórnin hevði forbrotið seg móti lógum, sum skulu verja veðurlagið. Í dómsúrskurðinum segði dómarin, at talan var ikki um lógarbrot, tá oljufeløgini fingu grønt ljós at byggja oljukelduna út fyri tveimum árum síðani.

Greenpeace sigur í eini viðmerking til dómin, at hann er ein sigur fyri olju- og gassídnaðin. Tey fara at appelera dómin til hægri rætt. 

Málið fær nógva umrøðu í flest øllum miðlum í Bretlandi, tí úrskurðurin kemur beint undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í næstum. Har er tvídráttur millum øðrumegin umhvørvisfelagsskapir og hinumegin vinnuna.

Umhvørvisfólk siga, at myndugleikarnir eiga ikki at geva loyvi til oljuútbyggingar, tí tað gongur beint ímóti veðurlagspolitikkinum. Vinnan sigur, at Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, og verða ongar útbyggingar loyvdar, so fer landið at vera bundið at innflutningi av olju úr londum, sum als ikki halda seg til minstakrøvini til útlát. At nokta útbyggingum fyri at skerja útlátið í Bretlandi vil bara hava við sær, at útlátið verður flutt til onnur framleiðandi land, sum als ikki fremja skerjingar av útlátinum. Í løtuni liggur Cambo útbyggingin og aðrar líknandi útbyggingar í hondunum á oljumyndugleikanum OGA og í síðsta enda í hondunum hjá Boris Johnson, forsætisráðharra.

Umboðsmaðurin fyri felagið hjá bretsku oljuvinnuni, Mike Tholen, sigur í eini viðmerking til dómsúrskurðin, at hann er ein sigur fyri skilvísi og orkutrygd. -Um rætturin hevði avgjørt at steðga slíkari framleiðslu, í eini tíð har Bretland tørvar bæði olju og gass, tá hevði hetta kunnað fingið fylgjur fyri samfelagið, vinnuna og framtíðina. Tað hevði skapt ótryggleika hjá teimum mongu hundrað fyritøkunum, sum arbeiða í vinnuni. Ein sigur til Greenpeace hevði tí verið ein stórur ósigur fyri flest øll onnur, sum vilja medvirka til orkutrygd og til grøna umskiftið.

Víst verður á at ein úrskurður til frama fyri Greenpeace hevði kunnað skapt fordømi fyri aðrar útbyggingar so sum Cambo, Rosebank og Clair South. Hetta eru alt oljukeldur, sum liggja eystan fyri Føroyar. Nú kann avgerðin vera við til at rudda slóð fyri umrøddu útbyggingum. Tað er tó framvegis óvist, tí trýstið á myndugleikarnar at sýta fyri nýggjum útbyggingum, er sera stórt í løtuni.