Uttanlands

Grønland ikki slept oljuævintýrinum

Fer nú eins og Føroyar at bjóða út øki aftur til oljuleiting

2019-06-11 17:11 Author image
Jan Müller

Grønlendskir myndugleikar leggja í løtuni seinastu hond á eina nýggja útbjóðing til leiting eftir olju og gassi, hesaferð á landi í Grønlandi. Í løtuni er ein framtíðar strategiætlan fyri komandi fimm árini til hoyringar. Hetta hendir um somu tíð, sum Føroyar í næstum leggja fram enn eina útbjóðingarrundu til leiting eftir olju og gassi. Í báðum londunum hava verið fleiri útbjóðingar. Olja og gass eru funnin í undirgrundunum, men einki lønandi fund er gjørt enn.

Grønlendska Sermitsiaq ger nógv burtur úr grønlendska oljudreyminum, og skrivar m.a. í seinastu útgávuni:

”Grønland har ikke opgivet olieeventyret

Selv om verdens øjne er rettet mod alternative energikilder, der kan nedbringe CO2-udstlippet, så har Naalakkersuisut fortsat en drøm om, at Grønland kan blive et olieproducerende land.”

Blaðið vísir á, at altjóða orkustovnurin hevur gjørt greitt, at eftirspurningurin eftir olju og gassi fer at vaksa heilt fram til 2040.

”Grønland hevur á sama hátt sum aðrar ídnaðartjóðir og oljuframleiðandi lond fullan rætt til at gera sítt til at nøkta henda eftirspurningin”, verður gjørt greitt í strategiætlanini. Sagt verður eisini, at Grønland fer at leggja seg eftir at man varpar ljós á eina burðadygga tilgongd og alternativar orkukeldur.

Eitt skifti var áhugin fyri at leita í Grønlandi sera stórur, og aftur her minnir støðan um hana í Føroyum. Meira enn 20 leitiloyvi vórðu latið í árunum 2014 til 18, loyvi, sum síðani øll eru latin inn aftur til myndugleikarnar.

Nú verður kortini mett, at orsøk er til bjartskygni. Síðani 2018 eru komnar fýra nýggjar umsóknir. Í árunum 2010 og 11 gjørdu oljufeløg íløgur fyri 6,5 mia. kr. í oljuleiting í Grønlandi, har ikki færri enn 8 brunnar vórðu boraðir. Eingin var tó lønandi. Í Føroyum eru 9 brunnar boraðir, síðani oljuleitingin byrjaði her.

Stórar íløgur skulu ugerast, um olja og gass skulu finnast og tí verður mælt til at fara undir eina miðvísa marknaðarføring av nýggju útbjóðingini. Víst verður á at í Noregi vórðu boraðir 33 brunnar, áðrenn oljan varð funnin, og í dag er Norra eitt av heimsins ríkastu londum. Ætlanin er í byrjanini at royna eydnuna á landi fyri so seinni at fara til havs aftur við leitingini.