Uttanlands

Grønt ljós til gassleiðing til Lolland-Falster

Hon verður 115 kilometrar long og fer at kosta 800 mió. kr.

2021-02-01 17:43 Author image
Jan Müller

[object Object]

 

Nú bæði olja og kol eru komin í ringt orð nógva staðni í Vesturheiminum, er stóri spurningurin, um gass kann verða brúkt ístaðin. Tað halda mong, meðan uppaftur onnur als ikki vilja vita av gassi heldur í framtíðar orkuskipanum, tí tað er ikki nóg grønt.

Herfyri tók Danmark avgerð um at stegða leiting eftir olju og gassi og at banna olju- og gassframleiðslu frá 2050. Nú hevur danska stjórnin givið loyvi til at leggja eina 115 kilometra langa gassrørleiðing frá Suðursælandi gjøgnum Falster til Nakskov í Lollandi.

Tað upplýsir danska Veðurlags-, orku- og veitingarrmálaráðið í einum tíðindaskrivi. Dan Jørgensen, sum umsitur veðurlags-, orku- og veitingarmál í donsku stjórnini sigur, at talan er um eina sera stóra íløgu, sum er neyðug fyri at hjálpa Lollandi-Falster.

Hetta snýr seg um at verja hótt arbeiðspláss og um at tryggja grøna orkuskiftið í øllum pørtum av Danmark. Hann vísir á, at nýggja gassrørleiðingin fer at minka um CO2 útlátið, og í longdini verður talan um eina CO2 neutrala loysn, tá til ber at fáa til vega biogass.

Víst verður á, at gass er munanndi meira klimavinarligt sum orkukelda enn t.d. olja og kol, og Lolland- Falster eru í løtuni tey einastu økini í Damark, har ídnaðurin og íbúgvararnir ikki hava atgongd til gass. Ætlanin er, at gassleiðingin skal vera liðug í 2024.

Sambært myndugleikunum hevur gassleiingin sera stóran týdning fyri fyritøkuna Nordic Sugar, fyrr Danisco og De Danske Sukkerfabrikker. Um ikki sukurframleiðslan í Danmark fær hjálp til broytingarnar, er metingin, at hon fer at flyta til onnur lond.

Tað hevði so ikki verið betri fyri veðurlagið, og tað hevði verið ein vanlukka fyri Lolland-Falster sigur Dan Jørgensen. Sukurframleiðsla er sera orkukrevjandi og er útlátið frá Nordic Sugar tað næststørsta í Danmark svarandi til tað, sum 60.000 persónsbilar lata út um árið. Við at leggja um til gass kann hetta útlát minkast við einum triðingi. Umleið 30 aðrar fyritøkur í økinum siga seg vilja fáa brúk fyri gassleiðingini og fara at brúka hana. 

Avgerðin hjá donsku stjórnini at geva loyvi at byggja gassleiðingina hevur fingið mótstøðu frá eitt nú Einheitslistanum, sum kallar avgerðina “en kæmnpe klima-brøler”. Flokkurin spyr, hví stjórnin ikki lurtar eftir Klimaráðnum, sum mælir til at brúka streym til framleiðsluna.