Uttanlands

Hægstirættur í USA loyvir myndugleikum at saksøkja oljufeløg

Sum teir halda eru partur av orsøkini til veðurlagsbroytingar

2019-10-24 12:16 Author image
Jan Müller

Amerikanski Hægstirættur hevur tikið avgerð um at loyva umboðum fyri myndugleikar at halda fram við trimum sakarmálum, sum skuldseta upp til 10 olju- og gassfeløg fyri at vera partur av veðurlagsbroytingum. Fleiri amerikanskir statir og býir eru farnir í rættin við olju- og gassfeløgum.

Umboð fyri myndugleikar siga í sínum grundgevingum fyri at stevna oljufeløg, at býir og statir líða undir stormum, vatnflóð, vaksandi hita og øktum útreiðslum til bjarging, alt sum eitt úrslit av veðurlagsbroytingunum. Millum oljufeløgini, sum myndugleikar eru farin í rættin við,  eru m.a. Shell, BP, Phillips, Chevron og ExxonMobile.