Innanlands

Hálvthundrað oljufeløg lýddu á føroyska oljuleiting

Ljós varpað á oljuleiting í Føroyum og Bretlandi á ráðstevnu í London

Føroyar væl umboðaðar á týðandi ráðstevnu í London, har Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi hevði framløgu um komandi útbjóðingina á landgrunninum. Fv. Áki Johansen, sendimaður, Sanna Nolsøe Djurhuus frá Sendistovuni í London, Niels Christian Nolsøe, stjóri, Barbara Biskopstø Hansen, Óluva Ejdesgaard og Jana Ólavsdóttir, allar jarðfrøðingar á Jarðfeingi og síðani Louis Wilson, umboðsmaður hjá FOÍB í Bretlandi.

Føroyar væl umboðaðar á týðandi ráðstevnu í London, har Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi hevði framløgu um komandi útbjóðingina á landgrunninum. Fv. Áki Johansen, sendimaður, Sanna Nolsøe Djurhuus frá Sendistovuni í London, Niels Christian Nolsøe, stjóri, Barbara Biskopstø Hansen, Óluva Ejdesgaard og Jana Ólavsdóttir, allar jarðfrøðingar á Jarðfeingi og síðani Louis Wilson, umboðsmaður hjá FOÍB í Bretlandi.

2019-07-05 14:45 Author image
Jan Müller

Tann 20. juni var ein søguligur dagur fyri føroyska oljuleiting og fyri Jarðfeingi. Tí henda dagin lýddu umboð fyri umleið 50 oljufeløg á framløgu, sum stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, helt á ráðstevnu í London.

Tað nýggja og einastandandi við hesum tiltakinum var, at føroyska framløgan fór fram um sama mundið og á sama stað sum umboð fyri bretska leitimyndugleikan, Oil and Gas Authority, varpaðu ljós á komandi bretsku útbjóðingina. Ein kann siga, at hetta var byrjanin til eitt komandi samstarv millum føroyskar og bretskar myndugleikar, har stig ma. verða tikin til at samskipa komandi 5. útbjóðing í Føroyum og 32. útbjóðing í Bretlandi.

Oljuportalurin hevur biðið Niels Christian Nolsøe um eina viðmerking til fundin. Hann sigur:

“Vit vóru í Aberdeen og London og hittu einstøk oljufeløg og greiddu teimum frá regionalu jarðfrøðini umframt prospektum í økinum. Hartil høvdu vit eina framløgu á tiltakinum ’MER UK Exploration Forum’ hjá OGA í London, har umleið 40-50 oljufeløg vóru uppmøtt. Áhugin fyri at hoyra okkum var stórur. Meira enn 40 veitara- og oljufeløg høvdu boðað OGA frá, at tey ynsktu at hoyra okkara framløgu.”

Um hetta førir til umsóknir um leitiloyvir í føroyskum øki heldur Jarðfeingisstjórin er ógjørligt at siga longu nú.

“Vit vita, at fleiri oljufeløg sita og hyggja eftir okkara data og umhugsa at koma inn á okkara øki. Men sjálvt tey vita ikki enn, um kanningarnar føra til, at tey senda eina umsókn.”

Umframt stjóran luttóku eisini tríggjar av kvinnuligu jarðfrøðingunum á Jarðfeingi, Barbara Biskopstø Hansen, Jana Ólavsdóttir og Óluva Ejdesgaard. Eisini fylgdi føroyski sendimaðurin í London tiltakinum. FOÍB, sum er føroyska áhugafelagið hjá útlendskum oljufeløgum við áhuga í Føroyum, luttók eisini við eygleiðaranum Louis Wilson, sum er bretski umboðsmaðurin hjá felagnum.

Hann sigur í eini stuttari viðmerking, at tað er hugaligt at síggja, at tveir grannar sum Føroyar og Bretland, kunnu taka stig til at samskipa samstarv eisini á hesum økinum. Tað fer vónandi at geva ávøkstur, soleiðis at eitt ábyrgdarfult oljuvirksemi kann mennast báðumegin markið landanna millum til gagns fyri bæði samfeløgini.