Innanlands

Handil í Atlantic Petroleum tikin uppaftur

Bótin felagið fekk var 180.000 kr. og ikki 1 mió. kr., sum Berlingske Business vildi vera við

Ben Arabo, nýggjur nevndarformaður í Atlantic Petroleum, sum nú roynir at fáa felagið á føtur aftur eftir fleiri bakkøst

Ben Arabo, nýggjur nevndarformaður í Atlantic Petroleum, sum nú roynir at fáa felagið á føtur aftur eftir fleiri bakkøst

2019-09-09 15:46 Author image
Jan Müller

Handil við Atlantic Petroleum partabrøvum varð uppafturtikin í dag, eftir at partabrævið hevur verið suspenderað á Børsinum síðani mai mánað. Nýggjur stjóri varð útnevndur í felagnum í mai, og nýggj nevnd varð vald 25. juli.

Kursurin fall nógv í morgun - heilt niður á 4 kr brævið, men var seinnapartin komin uppaftur á 5,80 kr.

Berlingske Business skrivaði í farnu viku, at Atlantic Petroleum fekk eina bót fyri ov sein pressuskriv í 2018 uppá umleið eina millión kr. Mark Højgaard, stjóri í Atlantic Petroleum hevur síðani rættað hesi tíðindi. Bótin, sum varð givin í juni mánað í ár, var nevniliga uppá 181.108 kr. og hon varð goldin beinanvegin.

Hvørki Mark Højgaard ella núverandi nevndin eiga tí nakran lut í hesum málinum, sum vísir aftur til tíðina, tá Graeme Fawcett var stjóri.