Uttanlands

Havnin í Lerwick karmur um oljuútbygging nær Føroyum

Tað gongur skjótt framá við útbyggingini av oljukelduni Lancaster har suðuri á Atlantsmótinum

2018-07-18 11:46 Author image
Jan Müller

Tað gongur skjótt framá við útbyggingini av oljukelduni Lancaster har suðuri á Atlantsmótinum, vestan fyri Hetland. Talan er um eina nýggja oljuleið, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Tað er oljufelagið Hurricane Energy, sum einsamalt stendur fyri hesi útbyggingini, ið er í fleiri stigum. Hol er sett á 1. útbyggingarstigið, har miðjað verður móti fyrstu framleiðsluni tíðliga í næsta ár. Tað serstaka við júst hesi oljuleiðini er sjálv undirgrundin, har oljan liggur goymd í sjálvum grundfjallinum og verður framleiðslan nevnd ”Fractured basement”, sum er tann fyrsta av sínum slag á bretska landgrunninum. Umframt høvuðskelduna Lancaster fevnir hesin nýggi oljulandsluturin eisini um fleiri aðrar oljuleiðir, sum helst verða útbygdar í framtíðini við at binda í Lancaster kjarnan.

Lancaster og hinar oljuleiðirnar nærhendis eru mettar at goyma upp til 2 mia. tunnur av olju.

Nú um dagarnar varð havnin í Lerwich karmur um útbyggingina. Ein partur av útgerðini, sum skal brúkast á framleiðslustaðnum, kom til Hetlands við flutningsskipi og verður í løtuni flutt víðari á oljuleiðina. Útgerðin, sum kemur úr Dubai, skal umborð á oljuskipið Aoka Mizu, sum verður umvælt og nútímansgjørt í Dubai. Hetta er sama framleiðsluskipið, FPSO, sum føroyska Atlantic Petroleum brúkti í síni framleiðslu í Norðsjónum nøkur ár herfyri.

Myndugleikarnir í Lerwich eru sera fegnir um, at havnin har er vorðin karmur um nýggjar útbyggingar vestan fyri Hetland, Gjørd er stór djúphavn við atløguplássi fyri at taka ímóti komandi útbyggingum.Lerwich hevur hýst oljuvirksemi seinastu 50 árini og myndugleikarnir síggja hesa seinastu hendingina sum ein nýggja og spennandi tíð innan frálandsvinnuna á Atlantsmótinum við nýggjum oljufeløgum eisini. 

Kelda:  Eneregy Voice, Shetland Times, Leerwick Port Authority
Myndir: John Coutts

 

Útgerð til Lancaster útbyggingina kemur her til Lerwick

Lancaster liggur har suðuri á Atlantsmótinum saman við øðrum nýggjum oljukeldum so sum Lincoln og Warwich.