Innanlands

Heim av heimsins høvum - Thor Alpha sett met

Neyvan hava mong føroysk skip verið so víða um á heimsins høvum sum Thor Alpha, sum kom á Havnina í morgun eftir at hava verið heimanífrá í samfull sjey ár

Hans Andrias Kelduberg, reiðari kann frøðast, nú eitt av flaggskipunum í Thorflotanum, Thor Alpha, í morgun kom heimaftur eftir sjey ár á heimsins høvum. Myndir Jan Müller

Hans Andrias Kelduberg, reiðari kann frøðast, nú eitt av flaggskipunum í Thorflotanum, Thor Alpha, í morgun kom heimaftur eftir sjey ár á heimsins høvum. Myndir Jan Müller

2020-05-11 14:00 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Sumbingurin Tormóður Stenberg Traðará  (hm) sigldi skipið heim úr Afrika og verður her avloystur av Andras Ellingsgaard úr Klaksvík. Mynd Jan Müller

Tíðliga mánamorgun kom frálandsskipið "Thor Alpha" á Havnina fyri fyrstu ferð í góð sjey ár. Síðani skipið varð bygt á Skála í 2008, hevur tað nú í tólv ár siglt á øllum heimsins høvum - úr Atlantshavi til Indiska havið og Kyrrahavið.

Neyvan hava mong onnur føroysk skip, tað vit vita um, gjørt hetta bragd eftir og má sigast, at Thor Alpha helst eigur hetta fræga metið.

Oljuportalurin var saman við reiðara og starvsfólki hjá Thor í Hósvík á Vestaru Bryggju í morgun og tók ímóti hesum væla fari, sum ta seinastu tíðina hevur verið til arbeiðis út fyri Namibia í syðra partinum av Afrika. Tað var sumbingurin, Tormóður Stenberg Traðará, sum stóð brúnni hesa søguligu løtuna, tá hetta sermerkta flaggskip í Thor flotanum, veitrandi við Merkinum, loksins kom heim av heimsins høvum.

[object Object]

Koma og fara. Mynd Jan Müller

Thor Alpha kemur á Havnina bæði fyri at skifta manning og fáa service eftirlit.

Ferðin úr Namibia til Føroya hevur gingið væl og vóru teir eitt leg inni á Las Palmas eftir útgerð og bunkraðu olju sigur ein vælhýrdur skipari, nú hann sleppur í land aftur eftir sjey vikur á havinum.

Thor Alpha hevur luttikið í seismiskum kanningum saman við Sanco Swift síðani november í fjør á namibiska landgrunninum, norðalaga móti markinum til Angola. Forsýningshavnin hevur verið Walvis Bay, sum føroyskir sjómenn kenna væl og vitja javnan.

[object Object]

Farleiðin hjá Thor Alpha seinastu árini hevur verið øgilig.  Harumframt hava teir eisini verið til arbeiðis í Australia og New Zealandi, Meksiko flógvanum og siglt gjøgnum Panamaveitina til Hawai og víðari til Singapore.Eisini hava teir arbeitt í Surinam í Suðuramerika.  Hoyrið meira til hetta í komandi samrøðu við Andras Ellingsgaard, skipara á Thor Alpha øll árini síðani 2008. 

Áðrenn tað hevur skipið verið í fjareystri tey seinastu sjey árini. Tormóður sigur, at skipið er sera væl egnað til slíkar uppgávur sum forsýning av seismiskum skipum og hevur hann bara gott at bera skipi og manning.

Thor Alpha er systurskip til Thor Omega. Bæði eru smíðað á Skála.

[object Object]

Landsins leiðslur í Tinganesi kunnu vera ernar av at hava fostrað tvey so fræg reiðarí, sum eiga hesi bæði skipini, ið hvørt í sínum lagi hava tænt og tæna Føroyum og føroyskum áhugamálum. Mynd Jan Müller

 

"Nú gongur leiðin til Norðsjógvin at forsýna annað skip fyri sesongina og vænta vit at verða upptiknir við ymiskum uppgávum við atliti til seismikkin har og við basu í Norra,” sigur Tormóður Traðará.

Orsakað av Covid-19 hava teir verið umborð síðani 29. januar og gleðir skiparin Tormóð Stenberg Traðará, sum er einasti føroyingurin umborð, at fáa føroyska jørð aftur undir fótum. Hann verður avloystur av Andras Ellingsgaard úr Klaskvík, ið er ein sannur Thor veteranur. Hann fór umborð á Thor Alpha í 2008 og hevur verið har síðani. Oljuportalurin hevur gjørt samrøðu við Andras um hesi spennandi árini. Hon kemur á oljan.fo í næstum.

Sjey aðrir mans eru við Thor Alpha. Tveir koma úr Filipsoyggjum og hinir úr Bulgaria.

"Tað kennist gott at koma heim til Føroya at skifta manning og fáa arbeiði gjørt her," sigur skiparin, ið nú verður avloystur.

Skipið verður liggjandi á Havnini til mikudagin 13. mai.[object Object]

Stjóri og logistikk-leiðari og tekniski leiðarin tóku ímóti í morgun. Mynd Jan Müller


Skipari henda túrin heim hevur verið Tormóður Stenberg Traðará, ættaður úr Sumba og búsitandi í Fuglafirði. Hann tók skipsførara útbúgving á Vinnuháskúlanum í 1993 og hevur starvast í frálandsvinnuni síðani, mest við seismiskum skipum hjá Western Geco.

Fyri tveimum árum síðani beyðst honum høvi at verða við í virkseminum hjá Thor og er hann sera  fegin um at verða ein partur av tí altjóða virksemi hesi skipini luttaka í.

"Tað, ið er serligt við frálandsvinnuni, eru tær skipanir, ið hon inniheldur og tess høga trygdarstøði, við eini 1 til 1 skipan, íð tryggjar góðsku og vælveru hjá tí einstaka. Eitt gott arbeiðslív við tíð til familjulív eisini", sigur hann. 

placeholder