Uttanlands

Heimsins fyrsta brinttok á skinnara

Í morgun vóru heimsins fyrstu tok rikin við brintorku tikin í nýtslu í norðurtýska statinum Niedersachsen.

(Mynd: Alstom.com)

(Mynd: Alstom.com)

2018-09-17 20:57 Author image
Jan Müller

Tað er franska fyritøkan Alstom, sum stendur fyri hesi verkætlan. Tokini kunnu koyra upp til 140 km. um tíman og eru nærum ljóðleys. Tey koma at knýta saman býirnar Bremervørde, Cuxhaven, Bremerhaven og Buxtehude. Danski professarin Peter Vang Hendriksen á DTU Energy heldur tiltakið vera sera spennandi og kann vera við til at gera flutningsøkið burðardygt.

Brintorkan verður goymd í einum tanga á toktakinum, har brennicellur umgera brint og ilt til ravmagn, sum síðani við hjálp av einum elektromotori fær tokið at flyta seg. Útlátið frá hesi prosessini er vatndampur, sum eftir øllum at døma er óskaðiligur fyri umhvørvið skrivar týski miðilin NDR. Brintin, sum verður brúkt, er sambært Welt.de eitt hjáprodukt frá kemiskari framleiðslu. Danski professarin sigur tó, at tøknin framvegis er tengd at trupulleikum í mun til bæði økonomi og burðardygd.

"Øll nýggj tøkni er kostnaðarmikil og fyri hesi tokini er stóri spurningurin økonomiin. Tað verður spennandi at síggja, hvussu roknistykkið fer at síggja út, tá koyrt hevur verið í eina tíð.”

Sambært Alstom koyrir tokið 1000 kilometrar uppá eina áfylling. Tað er nóg mikið til koyring í ein dag.

Hóast danski professarin er eitt sindur varðin við at útleggja átakið sum eina kolvelting innan framtíðar flutning, so heldur hann tó, at tað goymir tøkni, sum eisini er áhugaverd fyri Danmark., har stórt arbeiði verður gjørt fyri at elektrifisera jarnbreytarnetið. Fram til 2021 fer Alstom at framleiða 14 brinttok, sum skulu setast í rakstur í økinum og uppá sikt avloysa dieseltokini. Týskaland hevur seinastu árini gjørt íløgur í brinttøkni fyri fleiri milliardir kr. Staturin Niedersachsen hevur stuðlað seinastu verkætlanini við 600 mió. kr.