Uttanlands

Heimsins ríkasti sær framvegis gass sum framtíðar orkukeldu

Warren Buffett, ein av heimsins ríkastu, sær framvegis gass sum týðandi framtíðar orkukeldu og brúkar nú 100 milliardir til gassframleiðslu

Hann verður mettur sum ein av heimsins ríkastu og hevur nú avgjørt at gera risaíøgu í framtíðar gassframleiðslu í USA

Hann verður mettur sum ein av heimsins ríkastu og hevur nú avgjørt at gera risaíøgu í framtíðar gassframleiðslu í USA

2020-07-25 17:10 Author image
Jan Müller

Ein av heimsins ríkastu monnum, tann amerikanski milliarderurin Warren Buffett, hevur gjørt av at gera eina íløgu uppá 100 milliardir krónur í at menna jarðgassframleðslu (Natural Gas). Hetta skrivar Bloomberg.

Tað kemur uttan iva óvart á mong av teimum, sum av øllum alvi vilja forbjóða menning av fossilum brennievnum. Síðani grøna broytingin tók dik á seg hava politikarar og sjórnir í fleiri londum saman við leiðslum í íløgugrunnum serstakliga í Vesturheiminum vent bakið til framtíðar troytan av bæði koli, olju og gassi.

Avgerðin hjá Warren Buffet verður tulkað sum ein roynd at fáa heimin at skilja, at tørvur verður á jarðgassi sum orkuveitara í mong mong ár aftrat. Avgerðin hjá ríkmanninum, sum royndir vísa oftani hevur fingið rætt, merkir, at hann roknar ikki við, at broytingin frá fossilum brennievnum til grøna orku hendir í bræði ella frá degi til dags.

Tvørturímóti fer tað at taka tíð, til rokkið verður á mál. Buffett, sum vanliga verður mettur sum demokratur í amerikonskum politikki, hevur her tikið eina aðra støðu enn forsetavalevnið hjá demokratiska flokkinum, Joe Biden. Hesin hevur nevniliga lagt fram eina risastóra “clean-energy plan” uppá 2 billiardir dollarar.

Buffet hevur gjørt av at keypa ognirnar hjá gassfelagnum Dominion Energy. Jim Shanahan, amerikanskur greinari við serligum innliti í íløguheimin hjá Warren Buffett, sigur í eini viðmerking, at avgerðin hjá Buffett skal skiljast sum eitt tekin um, at tað fer at taka nógv longri tíð fullkomiliga at fara frá fossilum brennievnum til varandi orku, enn hvat summi halda. Tí er avgerandi neyðugt at brúka jarðgass til at halda hjólunum gangandi, sum tá skal avloysa m.a. kol.

Hagtøl vísa annars, at nýtslan av gassi í USA er mett til at minka til 36% í 2021, frá 41% í ár. Varandi orkukeldur nøkta í dag 20% av amerikanska orkutørvinum, sum eru 13% meira enn fyri fimm árum síðani sambært "U.S. Energy Information Administration”. Ætlanin hjá Biden við síni stóru orkuætlan er at økja um framleiðlsuna av reinari elorku.