Uttanlands

Heimsins størsta havvindmylnulund í Írskahavinum

Hon hevur kostað 10 mia. kr. og fevnir um 189 vindmyllur, sum veita streym til 600.000 heim

2018-09-11 16:39 Author image
Jan Müller

Í hesum døgum er útbyggingin av heimsins størstu havvindmylnulund í Írska havinum út fyri Onglandi latin upp. Tað er Walney vindmylnulundin, sum hevur kostað góðar 10 mia. kr. Hon fevnir um ikki færri en 189 vindmyllur, sum árliga kunnu framleiða streym til 600.000 heim í Onglandi. Hon framleiðir 659 MW og fevnir um eitt øki, sum er 145 ferkilometrar og liggur 19 km. vestan fyri Ongland. Elkaðalar uppá 200 kilometrar knýta hana í ravmagnsnetið í Bretlandi.

Tað er danska felagið Ørsted, fyrrverandi DONG, sum stendur fyri útbyggingini og sum eigur 50%. Walney varð bygt í 2015 og er nú vorðið útbygt til at vera heimsins størstu einstaka vindmylnulund til havs. Talan er um Vestas vindmyllur, sum eru 195 metrar høgar.