Uttanlands

Heimsins størsta oljufelag rýmir úr Norra

ExxonMobil, sum telist millum heimsins størstu oljufeløg, hevur í hyggju at rýma úr Noregi.

2019-06-28 13:19 Author image
Jan Müller

Felagið hevur sett allar sínar ognir í norska partinum av Norðsjónum til sølu. Hetta hendir bert nøkur fá ár eftir, at felagið gavst sum fyristøðufelag í Noregi. Nú vil felagið so sleppa av við allar ognirnar í teimum umleið 19 olju- og gassfeltunum. Felagið eigur annars lut í 37 loyvum. Virðið av oljuni og gassinum er 3,1 mia. dollarar ella 26,3 mia. kr.

Við hesi avgerðini er stórur møguleiki fyri, at amerikanski oljurisin rýmir heilt úr Norra, har hann hevur verið í meira enn 125 ár tvs. langt áðrenn oljan varð funnin. Ein orsøkin til at felagið vil selja er tí felagið hevur gjørt fleiri stór fund aðrastaðni í heiminum, eitt nú í Guyana í Suðuramerika. Eisini onnur amerikonsk felag hava selt av sínum ognum í Norra fyri at vaksa um sín leiklut í skiferframleiðsluni í USA. Hesi eru eitt nú Chevron og ConocoPhillips. Felags fyri tey er, at tey rýma úr norðurvestur Evropa. Vit hava eisini sæð onnur stór oljufeløg selja av ognum sínum í Norra, eitt nú BP og ENI. Tess ognir eru seld til nýggj norsk feløg eitt nú Aker BP og Vår Energi. Um sama mundið veksur Equinor um sítt virksemi í Norra.