Uttanlands

Heimsins størsta oljumessa avlýst

Houston er heimstaðurin hjá oljuvinnuni og er árliga oljumessan har nú avlýst. ONS messan í Norra verður tó hildin sum ætlað

Leif Johan Sevland, stjóri fyri ONS oljumessuna í Stavanger sigur, at messan verður sum ætlað, tó at aðrar messur av hesum slag verða antin útsettar ella avlýstar. Nógvir føroyingar plaga at vitja messuna í norska býnum.

Leif Johan Sevland, stjóri fyri ONS oljumessuna í Stavanger sigur, at messan verður sum ætlað, tó at aðrar messur av hesum slag verða antin útsettar ella avlýstar. Nógvir føroyingar plaga at vitja messuna í norska býnum.

2020-04-05 19:19 Author image
Jan Müller

[object Object]

Heimsins størsta oljumessa í Houston avlýst.

Koronasáttin hevur stóra ávirkan á oljuvinnuna og harvið eisini á tær mongu ráðstevnurnar, sum plaga at vera í summartíðini.

Nú hava stigtakararnir til heimsins størstu oljumessu, "Offshore Technology Conferance" í Houston í USA avgjørt heilt at avlýsa messuna, sum skuldi vera hildin í mai. Fyrst varð hon útsett fyri nú at vera avlýst. Orsøkin er tann, at so mikið nógvar aðrar oljumessur eru útsettar til seinni í ár, at stigtakararnir meta ikki, at pláss eisini er fyri hesi messuni tá. 

Oljumessan ONS, sum verður hildin í Stavanger annaðhvørt ár, og har nógvir føroyingar vanliga vitja, verður eftir øllum at døma ikki avlýst ella útsett men verður hildin í døgunum frá 31. august til 3. september.

Leif Johan Sevland, stjóri, sigur við altjóða miðlar, at enn er eingin broyting. Messan verður hildin sum ætlað, men fylgt verður væl við fráboðanum frá myndugleikunum og gongdini á koronaøkinum. Føroyar hava í mong ár luttikið á ONS men ikki tær seinastu ferðirnar.