Uttanlands

Heimsins størsta royndarstøð til CO2 flutning latin upp

Norski forsætisráðharrin Erna Solberg lat fríggjadagin upp heimsins størstu royndarstøð til flutning av CO2

Erna Solberg, norski forsætisráðharrin, lat fríggjadagin upp heimsins størstu royndarstøð til flutning av CO2

Erna Solberg, norski forsætisráðharrin, lat fríggjadagin upp heimsins størstu royndarstøð til flutning av CO2

2020-11-02 17:07 Author image
Jan Müller

[object Object]

Á royndarstøðini hjá Equinor í Porsgrunn verður CO2  flutt gjøgnum rørleiðingar bæði sum gass og væta.  Endamálið er at læra meira um, hvussu CO2 ber seg at undir rørflutningi, nakað, sum hevur alstóran týdning fyri framtíðar flutningin og goymsluna av CO2. 

“Tað tit her eru í gongd við er eitt sera týdningarmikið íkast til royndirnar og strategiina hjá stjórnini at fanga, flyta og goyma CO2”, segði Erna Solberg, forsætisráðharri, tá royndarstøðin lat upp nú um dagarnar. Equinor hevur síðani 1996 flutt CO2 frá Sleipner feltinum í Norðsjónum  og frá Snøhvit feltinum í Barentshavinum síðani 2009, nakað, sum hevur givið felagnum stóran kunnleika til CO2 flutning. Nú hava Equinor saman við tess partnarum Total, Gassnova og Gassco bygt eina nýggja royndarstøð fyri at fáa betri kunnleika til CO2 flutning. 
 
Hetta fer at vera grundarlagið fyri framtíðar virkseminum, har bestu loysnirnar til at fanga, flyta og goyma CO2 finnast. Talan er um verkætlanina Northern Lights, sum roynir at finna bestu og bíligastu loysnirnar til at goyma CO.
 
[object Object]