Uttanlands

Heimsins størsta verksmiðja til at goyma CO2 av bakkastokki í Íslandi

Ein fyritøka í Sweits hevur saman við íslendingum bygt heimsins størstu verksmiðju, ið kann fanga og goyma CO2 í íslendsku undirgrundini.

2021-09-10 09:41 Author image
Jan Müller

Henda  einastandandi verksmiðjan kann taka 4000 tons av CO2 út úr luftini um árið og goyma tað í undirgrundini, har tað verður til grót, skrivar tíðindastovan Reuter.

Framleiðslan byrjaði mikudagin og hevur longu fingið nógva umrøðu kring allan heimin, har royndir verða gjørdar at finna tøkniligar loysnir, har til ber at fanga og goyma CO2. Talan er um sveisisku fyritøkuna Climeworks AG, sum í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Carbfix hevur lagt seg eftir at granska í at fanga og taka CO2 úr luftini og pumpa tað niður í undirgrundina.

[object Object]

Tey 4000 tonsini svara til árliga útlátið frá 790 akførum. Árliga CO2 útlátið í heiminum  í fjør var, sambært IEA, (International Energy Agency)  31,5 mia. tons. Serfrøðingar siga, at hetta slagið av tøkni er av alstórum týdningi fyri at minka um upphitingina av klótuni. 

Verksmiðjan í Íslandi hevur fingið heitið “The Orca plant”, vísandi til íslendska orðið fyri orku. Verksmiðjan fevnir um átta stórar konteynarar av sama slag, sum verða brúktir í flutningi millum lond. Har eru so filtur og útgerð til at taka CO2 úr luftini. Hetta verður so blandað við vatni og pumpað niður í undirgrundina, har tað spakuliga verður til grót. Verksmiðjan verður rikin við varandi orku, sum stavar frá eini geotermiskari orkuverksmiðju í grannalagnum.  

At fanga CO2 beinleiðis úr luftini er framvegis ein sera torfør og kostnaðarmikil tøknilig uppgáva, men mennararnir vóna at kunna lækka prísirnar. Í løtuni eru 15 verksmiðjur kring heimin, sum savna meira enn 9000 tons av CO2 um árið sigur IEA.

Amerikanska oljufelagið Occidental arbeiðir í løtuni við eini risastórari verkætlan at fanga og goyma CO2, har 1 mió. tons av CO2 skulu takast úr luftini nærhendis teirra oljuøkjum í Texas.