Uttanlands

Heimsins størsti boripallur nærkast nú Føroyaleiðunum

Ocean Greatwhite fór í vikuni úr havnini í Kishorn í norðurvestur Skotlandi við kós móti oljuleiðunum eystan fyri føroyska markið

2019-03-07 10:33 Author image
Jan Müller

[object Object]

Neyvan nakrantíð - síðani oljufeløgini góvust at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum fyri umleið fimm árum síðani - er ein fyri Føroyar so áhugaverd boriverkætlan farin av bakkastokki, sum tann, ið nú sær dagsins ljós beint eystan fyri føroyska markið.

Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell fara nevniliga komandi mánaðirnar at leggja stóra orku í eina verkætlan við størsta boripalli av sínum slag í heiminum, Ocean Greatwhite.

[object Object]

Pallurin varð í vikuni sleipaður út úr havnini í Kishorn í norðurvestur Skotlandi við kós móti borileiðunum fáar fjórðingar frá føroyska markinum. Har skal hann longu í hesum mánaðinum seta á at bora leitibrunn á Blackrock leitimiðinum. Brunnurin hevur ein týðandi leiklut í stóru útbyggingarætlanini a av Cambo oljukelduni og øðrum oljuleiðum nærhendis. Mett verður eisini, at um boringin av Blackrock livir upp til vónirnar, so kann hetta fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting føroysku megin markið eisini.

[object Object]

Tá boringin við markið er liðug fer pallurin longur norður á Atlantsmótið at bora enn ein leitibrunn, nevniliga á Lyon gassleitimiðinum. Henda boringin kann fáa stóran týdning fyri útbygging av eini nýggjari gassleið eystan fyri markið. Eftir hesa boringina fer pallurin suðureftir aftur at bora á sjálvari Cambokelduni. Umframt hesar tríggjar brunnarnar hevur Siccar Point  eisini optión frá borifelagnum Diamond Offshore at bora tríggjar brunnar aftrat.

[object Object]

Blackrock leitimiðið er bert fáar kilometrar frá føroyska markinum og verður partur av Camboútbyggingini. Vit síggja so Rosebank kelduna longur norðari, sum Equinor herfyri keypti part av og nú er farið til tekniborðið við eini útbyggingarætlan.

Alt hetta hendir um somu tíð, sum bæði føroyskir og bretskir myndugleikar eru um at leggja til rættis nýggjar útbjóðingar til oljuleiting báðumegin markið. Lógaruppskot til 5. leitiútbjóðingina í Føroyum fór nú um dagarnar í tingið, eftir at tað hevði verið til hoyring hjá pørtum av vinnuni.

Vert er at býta merki í, at tað av álvara verður brotið upp úr nýggjum, tá tað eftir ætlan í summar verður latið upp fyri komandi leitingum báðumegin markið, tí hesar eru lutvíst skipaðar í samstarvi millum føroyskar og bretskar myndugleikar til tess at fáa sum mest burtur úr.

Boripallurin, sum í næstum fer til arbeiðis á oftani baldruttu leiðunum millum Hetland og Føroyar er sera væl  útgjørdur til at bora á hesum leiðum. Hann kann bora á upp til 3000 metra dýpi.

[object Object]