Uttanlands

Heimsins størsti oljupallur bora á leiðini við Føroyar í 2019

Boringin av Blackrock leitimiðinum er einans 2 km. frá føroyska markinum og kann fáa týdning fyri føroysku oljuframtíðina

2018-11-05 15:40 Author image
Jan Müller

Oljan nærkast Føroyum. Tíðliga í 2019 fer heimsins størsti boripallur av sínum slag (semisubmercible) at seta kós móti leiðunum við Føroyar. Talan er um Ocean Great White, sum upprunaliga varð bygdur til at bora fyri BP á djúpum vatni í Australia, men sum oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell nú hava leigað til at bora ikki færri enn tríggjar brunnar beint eystan fyri føroyska markið. Ein av hesum brunnum er Blackrock.

Blackrock leitimiðið liggur millum tey bæði oljufundini Cambo og Rosebank (sí kort niðast)  og verður mett at kunna goyma nógva olju. Um boringin gongur sum ætlað, og her er talan um eitt nýtt oljufund í einum øki, har olja longu er funnin í stórum nøgdum, so kann hon fáa avleiðingar fyri alt hetta økið. Tvs. at hon kann eisini gerast duraopnarin inn á føroyska landgrunnin, sum liggur beint vestan fyri Blackrock.

Tá umboð fyri føroyskar vinnufyritøkur, FOÍB og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið herfyri vitjaðu oljufeløg í Aberdeen, varð partur av boðskapinum har tann, at framtíðar leiting og útbygging nær føroyska markinum, kunnu fáa týdning fyri leiting í Føroyum eisini. So mikið nær er oljuvinnan nú Føroyum, at teinurin millum markið og brunnarnar, sum verða boraðir, er bert fáar kilometrar.

Tað er oljufelagið Siccar Point Energy, sum gongur undan við oljuleitingini við markið. Felagið, sum hevur leigað henda risan av einum boripalli, fer at bora tríggjar brunnar í hesum økinum í 2019. Fyrst í mars verður sett á at bora Blackrock leitimiðið, sum liggur vestan fyri Cambo oljukelduna og tætt við markið. Eftir ta boringina verður pallurin fluttur longur norður, har hann skal bora Lyon gassleitimiðið. Og eftir tað er ætlanin at bora enn ein brunn á Camboleiðini. Um Lyon boringin verður væleydnað, kann hon gerast byrjanin til ein nýggjan "gasshubb" á Atlantsmótinum. Hesin liggur eisini skamt frá føroyska markinum.

Leitistjórin hjá Siccar Point, Iain Bartholomew, segði við føroysku gestirnar, sum vitjaðu høvuðskrivstovuna hjá felagnum í Aberdeen herfyri, at boringin av Blackrock kann fáa týdning fyri føroyska oljuleiting eisini.

“The Blackrock well, if successful, could have a meaningful impact on the prospectivity in the Faeroes area”, sigur leitistjórin.

Hann leggur aftrat, at økið við markið, sum hansara oljufelag saman við øðrum oljufeløgum eitt nú Shell arbeiða saman um, hevur eina týdningarmikla framtíð. Møguleikar eru fyri, at báðar oljukeldurnar í økinum, Cambo og Rosebank, verða útbygdar, og við hesum skapast brádliga møguleikar fyri, at tær gerast sonevndir “hubbar” tvs. kjarnar ella mistøðir fyri aðrar smærri keldur í grannalagnum at binda í. Ætlanir eru longu frammi um at brúka framleiðsluskip, sonevnd FPSO til at taka ímóti oljuni frá Cambo og Rosebank. Aðrar oljukeldur í økinum kunnu tá binda í hesi skipini eisini. Altjóða oljufeløg fylgja væl við gongdini við markið og hava fleiri teirra eisini lagt bilett inn til at vera partur av komandi virkseminum har.

Tað hevur eisini verið frammi, at um oljukeldur verða funnar føroysku megin markið, so eru eisini møguleikar hjá teimum at binda í undirstøðukervið tvs. framleiðsluskipini á bretska landgrunninum. Tað kann fáa stóran týdning fyri lønsemi í eini møguligari framtíðar føroyskari oljuframleiðslu.

7. november letur 31. oljuútbjóðingin á bretska landgrunninum, har nógv øki er boðin út við markið, aftur. Spennandi verður at síggja, hvussu stórur áhugin verður fyri økjunum við markið.

Kort: Siccar Point

Umboð fyri føroyska tænastuvinnu, FOÍB og føroysku sendistovuna í London vitja høvuðsskrivstovuna hjá Siccar Point í Aberdeen. Felagið gongur á odda at leita eftir olju við føroyska markið.