Uttanlands

Heimsins størsti pallur bora við føroyska markið í tríggjar mánaðir aftrat

Og møguliga fer hann at bora í nærumhvørvinum eftir tað eisini

2019-04-29 20:39 Author image
Jan Müller

Heimsins størsti boripallur av “semi-submersible” slagnum, Ocean GreatWhite, fer at bora eystan fyri  føroyska markið í heilar tríggjar mánaðir aftrat. Sett varð á at bora 3 kilometrar frá føroyska markinum miðjan mars og verður borað har framvegis. Eftir ætlanini skal hann bora enn ein brunn longur norðuri eftir tað. Hann stendur so eisini til at bora ein triðja brunn og er øll boriverkætlanin sett til at vara til seinast í juli mánað.

Borifelagið Diamond Offshore boðar nú frá, at tað hevur hepnast at fáa eina nýggja boriavtalu í hús eftir umrøddu boriverkætlan hjá oljufelagnum Siccar Point. Men einki verður nevnt um, hvat tað er fyri felag, sum hevur leigað pallin annað enn, at tað er eitt týðandi fyristøðufelag í Bretlandi. Heldur ikki, hvar borast skal.

Her ber so til at gita, at pallurin møguliga skal brúkast til at bora fleiri brunnar í sama øki sum higartil tvs. tætt við føroyska landgrunnin. Vitandi at fleiri stór oljufeløg so sum Total, BP og Cnooc International hava boðað frá, at tey hava í umbúnað at bora leitibrunnar á Atlantsmótinum í hesum árinum, so er ikki ósannlíkt, at tað er eitt av hesum feløgum, sum hevur gjørt avtalu við borifelagið. Cnooc International hevur sagt frá, at tað fer at bora ein brunn á Craggan leitimiðinum, sum liggur í sama øki, har Lyon brunnurin verður boraður við Ocean GreatWhite í summar. Hetta er eitt møguligt komandi gassøki, sum fer at verða útbygt til framleiðslu.

Um somu tíð borar hesin heimsins størsti boripallur víðari skamt frá føroyska markinum, á Blackrock leitimiðinum, ið liggur millum tvær stórar oljukeldur, Cambo og Rosebank. Longur syðri á Atlantsmótinum er enn ein kendur pallur, Transocean Leader, farin undir at bora tann fyrsta av trimum brunnum á Warwick leiðini, sum liggur sunnan fyri kendu oljuleiðirnar Foinaven og Schiehallion.

Meðan hetta hendir hevur Vinnunevndin í løgtinginum í kvøld latið tinginum álit í málinum um 5. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tingformaðurin boðaði seint í kvøld frá, at hetta málið kemur til 2. viðgerð mikudagin.

Ein týðandi táttur í hesi føroysku útbjóðing hevur eisini nakað at gera við tær boringar, sum í løtuni fara fram hinumegin markið. Verða tær væleydnaðar kunnu tær fáa týdning fyri áhugan hjá oljufeløgum at vilja fara undir aftur leiting á føroyska landgrunninum.

Í uppskotinum til fimtu útbjóðing verður eisini nevnt, at oljumyndugleikarnir í Føroyum og Bretlandi eru farnir undir samstarv, har føroyska fimta útbjóðing og bretska 32. útbjóðing skulu marknaðarførast í senn og eisini saman. Bretar vilja fegnir bjóða út nýggj leitiøki, sum liggja upp at føroyska markinum, um somu tíð sum Føroyar bjóða út tilsvarandi øki føroysku megin markið. Eisini hevur Jarðfeingi lagt upp til at gera broytingar í loyivistreytunum, soleiðis at tær føroysku sampakka meira við tær bretsku. Hetta kann fáa stóran týdning fyri áhugan hjá oljufeløgunum. Verður 5. leitiútbjóðing samtykt í hesi vikuni, kann tað vera byrjanin til eitt heilt nýtt og spennandi kapittul í føroyskari olju- og gassleitisøgu.