Uttanlands

Heimurin á einum vegamóti

Alt má gerast fyri at minka um CO2 útlátið, sum er við at hótta heimin. Hjá nógvum londum ræður tað um lív ella deyð sigur ST aðalskrivarin

2018-12-03 15:46 Author image
Jan Müller

Í hesum døgum verður ein ST veðurlagsráðstevna hildin í pólska býnum Katowice. Hon er ein av mongum, sum hava sett veðurlagsbroytingarnar á skránna eftir stóru ráðstevnuna í París nøkur ár herfyri. Hesaferð verður tó í enn størri mun roynt at fylgja upp teimum avgerðum, sum eru tiknar fyri at koma altjóða upphitingini orsakað av CO2 útláti til lívs.

Á ráðstevnuni hava fýra oddafólk í stríðnum móti veðurlagsbroytingum lagt fram eina sera avdúkandi og álvarsliga frágreiðing, ið ger greitt, at støðan hevur ongantíð verið so ring sum júst nú. Tey ávara heimsins tjóðir at taka dálkingina í størsta álvara og skunda undir minkingina av CO2 útlátinum. Hetta hevur størri skund nú, enn heimurin fyrr hevur gáað um.

Tey taka dýran til og siga, at “heimurin er á einum avgerandi vegamóti”. Ráðstevnan í Pólandi verður mett at vera ein hin mest týðandi eftir avtaluna, sum varð gjørd í París í 2015, tá heimsins tjóðir undirskrivaðu eina avtalu um at minka C02 útlátið so mikið, at tað helst ikki fer upp um 1,5 stig ella í hvussu er ikki verður hægri enn 2 stig.

ST-aðalskrivarin Antonio Guterres, sum er við á ráðstevnuni saman við fleiri av heimsins stjórnarleiðarum, legði í síni røðu út við at vísa á, at veðurlagsbroytingarnar eru so mikið álvarsligar, at tað ræður um lív og deyð fyri mong lond.

Hann nevndi, at nógv av londunum, sum hava ábyrgdina av veðurlagsbroytingunum framvegis liggja langt aftanfyri teirra ábyrgdir og segði, at heimurin er als ikki nær námind tí støðu hann eigur til ein CO2 lágan búskap. “Henda ráðstevna er ein roynd at venda skútuni", og fór hann at skjóta upp eina nýggja veðurlagsráðstevnu á hægsta stigi eins og hon í París í næsta ár.

Eitt ítøkiligt úrslit av ráðstevnuni er longu, at Heimsbankin hevur tvífaldað sína játtan komandi fimm árini til 1,3 billiónir kr. til tiltøk, sum skulu verja veðurlagið og jørðina. Hetta siga eykleiðarar er eitt gott og týðandi signal at senda til tær mongu tjóðirnar, sum ikki meta seg at hava ráð til øll tey tiltøk tey hava lovað at seta í verk fyri at minka um CO2 útlátið.

Fyri at røkka málinum við í mesta lagi eini hækking uppá 1,5 stig má CO2 útlátið minkast við 45% í 2030. Við verandi gongd verður hetta trupult, tí, sum støðan er nú, so hækkar útlátið av CO2 í atmosferuna, og tí er neyðugt innan tey ár at finna eina støðu, at øll heimsins lond taka seg um reiggj og venda gongdini.

Umboð fyri Heimsbankan, sum upprunaliga varð stovnaður eftir seinna heimskríggj fyri at fáa bilbugt við fátækradømi, siga, at henda játtan er eitt gott tekin at senda m.a. teimum londum, sum í dag m.a. eru tætt knýtt at m.a. koli í sínum orkuskipanum. Pengarnir frá Heimsbankanum kunnu m.a. kunna brúkast til at skifta frá koli til sól og vind.

Fyri eitt land sum Póland, sum er vertur fyri hesi ráðstevnuni, kann hetta hava týdning, nú landið nærum burturav brúkar kol í síni orkunýtslu. Eisini gevur kolaídnaðurin í Pólandi arbeiði til nærum hálva mió. fólk. So bara fyri Póland er hetta ein sera stór avbjóðing. Um somu tíð frætta vit eisini, at lond sum Kina og India økja um sína kolanýtslu. Kol verður mett at vera tað mest dálkandi av fossilu brennievnunum, sum eisini fevna um olju og gass. Her verður mett, at gass er tað, sum dálkar minst.

Ein spurningur, sum merkir hesa eins og allar aðrar ráðstevnur um veðurlagsdálkingina er støðan hjá amerikanska forsetanum, sum herfyri gjørdi av at taka USA úr Parísavtaluni. Nakað, sum hevur fingið heimsins lond at óttast fyri avleiðingunum, tó at USA sum heild stuðlar stríðnum móti veðurlagsbroytingunum. Eitt nú eru flestu av amerikonsku stórbýunum við í arbeiðinum at minka um CO2 útlátið. At heldur ikki Rusland og Turkaland hava skrivað undir avtaluna kemur illa við. Og nú Brasilia hóttir við at taka seg úr avtaluni ger ikki støðuna betri.

Eitt av endamálunum við ráðstevnuni í Pólandi er at seta út í kortið, hvussu londini, sum hava skrivað undir Parísavtaluna á sinni, kunnu seta tiltøk í verk fyri at vísa í verki, at tey meina tað tey hava skrivað undir.