Uttanlands

Heimurin fer at mangla olju 

Um vit ikki økja munandi um íløgurnar í oljuleiting, so verður ov lítið av olju til at nøkta eftirspurningin fram til 2050.

2021-01-07 10:10 Author image
Jan Müller

[object Object]

Niðurstøðan í nýggjastu frágreiðingini frá greinarafyritøkuni Rystad Energy

 

Hetta er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum norska greinarafyritøkan, Rystad Energy, gjørdi i desember mánað í fjør.

Fyritøkan vísir á, at við sera avmarkaðu íløgunum í nýggja leiting er heimurin á eini kós, har ikki ber til at nøkta eftirspurningin eftir olju fram til  2050, hóast Covid-19 og grøna orkuskiftið halda fram við at tálma nýtsluna av olju í næstu framtíð. 
 
 
 
 
 
 
Í endaligu niðurstøðuni í frágreiðingini frá Rystad sigur Palzor Shenga, greinari m.a.:
 
“The scope of exploration will have to expand significantly. Unless we see a momentous transition in the global energy mix sooner than currently expected, or a much faster development pace than the current norm, upstream players may have to more than double their conventional exploration efforts in order to meet global oil demand through 2050."
 
[object Object]