Uttanlands

Heimurin stevnir móti vanlukku ávarar veðurlagsráðharri

Í dag kemur út fyrsta stóra ST frágreiðingin um veðurlagsbroytingar síðani 2013.

2021-08-09 12:35 Author image
Jan Müller

Roknað verður við, at hon fer at koma við sera álvarsligum niðurstøðum og tilráðingum um veðurlagsstøðuna í heiminum, nú ma. eldibrandar og vatnflóð gera um seg kring allan heimin.

Í gjár úttalaði Alok Sharma, sum stendur á odda fyri komandi altjóða

veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi seinni í ár, um støðuna í heiminum og segði, at vit fara at uppliva eina veruliga vanlukku, um ikki okkurt verður gjørt skjótast fyri at forða fyri størri útláti. Tað er bretska stjórnin, sum hevur útpeikað hann til at standa á odda fyri veðurlagspolitikkinum, og her skal so komandi veðurlagsráðstevnan Cop26 standa sína roynd. Ikki færri enn 196 lond verða umboðað, tá ráðstevnan verður í Glasgow í november.

ST frágreiðingin um veðurlagið, sum verður løgd fram í dag, skal vera grundarlagið undir viðgerðini á stóru ráðstevnuni. Alok Sharma sigur, at Cop26 er seinasti møguleikin hjá heimsins londum at venda gongdini, soleiðis at upphitingin kann temjast og halda seg til tey 1,5 stigini, sum varð samtykt í Parísavtaluni frá 2015. 

Sami Alok Sharma hevur verið fyri hørðum atfinningum í seinastuni, nú tað er komið fram, at hann seinastu vikurnar hevur ferðast til fundir við flogfari 13 ferðir. Tað halda umhvørvisfólk vera heilt burturvið, tí tey siga, at hesir fundir kundu verið hildnir um internetið ístaðin. Kortini siga fólk, sum standa Sharma nær, at hann hevur gjørt eitt ómetaliga gott arbeiði.