Uttanlands

Helvtin av bretsku oljuarbeiðarunum send til hús

Einans lívsneyðugt virksemi heldur fram á oljupallum í Norðsjónum í løtuni. Talið á oljuarbeiðarum er minkað við 40%

2020-03-27 15:54 Author image
Jan Müller

Hesar seinastu dagarnar hava fjølmiðlar kring allan heim verið á tremur við tíðindum um støðuna oljuvinnuni, sum er sera meint rakt av bæði metlágum oljuprísum og nú eisini av koronasmittuni. Heimskenda greinarafyritøkan “Rystad Energy” hevur givið út umfevnandi frágreiðing um støðuna í oljuvinnuni, sí greinar á www.oljan.fo. Har kom m.a. fram í grein í gjár, at vandi er fyri, at meira enn ein millión fólk í tænastu- og veitingarvinnum hjá oljuvinnuni fara at missa arbeiði í hesum árinum.

Men støðan rakar so sanniliga eisini hart oljuarbeiðsplássini á sjónum (offshore) tvs. fólk, sum arbeiða umborð á pallum, veitingarskipum ol. Í báðum førum er eisini talan um nógvar føroyingar, sum arbeiða í altjóða oljuvinnuni.

Nú koma so ítøkilig tøl úr bretska partinum av Norðsjónum. Skotski oljumiðilin Energy Voice skrivar, at har koma 40% av arbeiðsmegini at verða send til hús sum avleiðing av koronasmittuni. Vanliga eru 11.500 fólk til arbeiðis í hesi vinnuni í
bretska partinum av Norðsjónum. Nú verður tosað um, at 7000 fólk verða eftir í vinnuni í ár.

Roynt verður at manna oljupallarnar bara við teimum fólkum, sum eru hægst neyðug eitt nú fyri at tryggja framleiðsluna og fyri tryggleikan. Meðan summi starvsfólk verða send til hús fyribils eru onnur sett niður í tíð og løn.