Uttanlands

Helvtin av norðmonnum vil bora eftir meiri olju

Meðan 49% eru fyri at halda fram við oljuvirkseminum eru 27,7% ímóti vísir kanning

2020-01-04 19:30 Author image
Jan Müller

Hóast mótstøðan móti nýggjum oljuvirksemi er vaksandi so vísir ein kanning, at helvtin av teimum spurdu norðmonnunum er fyri at halda fram við at bora eftir olju. Serstaliga millum tey ungu er stórur meiriluti fyri at leita eftir nýggjum kolvetnisgoymslum. Hetta skrivar Reuters.

Kanningin vísir, at 27,7% av norðmonnum vilja hava, at Norra heilt gevst við sínum olju- og gassvirksemi. Tey, sum vilja halda fram við oljuvirkseminum, eru á odda í flest øllum aldursbólkum. Hægst eru tey millum 18 og 22 ár. 58% av teimum spurdu í hesum aldursbólinum siga seg vera fyri at geva loyvi til at leita eftir olju og gassi í nýggjum økjum á norska landgrunninum. Í landspørtunum Finnmark, Sogn, Fjorane og Hedmark eru meira enn 60% fyri at latra upp nýggj leitiøki. Trøndelag er einasti landsparturin, har meiriluti er fyri at gevast við víðari oljuleiting. Kanningin vísir eisini, at tey, sum eru í iva, í dag eru fleiri enn tá líknandi kanning varð gjørd nakað herfyri.

Olju- og gassvinnan eru størstu vinnurnar í Norra og hava meira enn 170.000 fólk í arbeiði.