Uttanlands

Hetlendingar velja danska Vestas til risastóra vindmylnuætlan

Skulu seta upp 103 vindmyllur fyri 5-6 mia. kr.

2020-08-21 13:31 Author image
Jan Müller

[object Object]

Orkufyritøkan "Viking Energy” hevur gjørt av at taka av einum tilboði frá danska vindmylnuframleiðaranum Vestas at seta upp 103 vindmyllur nærhendis Lerwick í Hetland. Hesar skulu  kunna framleiða 443 MW.

Hetta fer tá at vera størsta vindmylnulundin á landi í Bretlandi. Hon hevur heitið "Viking Energy Windfarm”.  Tað er tó ikki uttan svørslag, at hetta nýggja og stóra inntrivið í hetlendsku náttúruna verður móttikið av grannum og annars hetlendingum, sum vilja varðveita náttúruna í verandi líki.

Nú um dagarnar lótu 200 íbúgvar inn mótmæli móti ætlanini, sum teir halda fer at skemma vøkru náttúruna. Mótmælini koma frá einum bólki, ið kallar seg “Sustainable Shetland”.

Annars taka leiðandi politikarar bæði í Hetlandi og í Skotlandi undir við ætlanini, sum teir siga fer at flyta Hetland langt víðari á grønu kósini. Orkuráðharrin í Skotlandi kallar ætlanina eitt risastórt framstig fyri Hetland.

Ein fortreyt fyri at verkætlanin kann gerast veruleiki  var avgerðin at leggja ein  sjókaðal millum Skotland og Hetland, ið skal tryggja, at streymur kann verða fluttur báðar vegir. Nú er so henda treytin frá SSE endaliga góðkend av myndugleikunum.

Sáttmálin við Vestas fevnir um bæði framleiðslu av myllunum, uppseting og viðlíkahald. Stigtakararnir siga, at teir hava valt Vestas sum veitara, tí tað fer at geva mest av varandi orku til oyggjarnar í framtíðini. Royndirnar við Vestas myllum eru sera góðar skilst. Verkætlanin er mett at kosta millum 5 og 6 mia. kr.

Viking Energy Windfarm er eitt samstarv millum Shetland Island Council og orkufelagið SSE, sum er ein hin størsti framleiðarin og veitarin av gassi til húsarhald í Bretlandi. Felagið er m.a. partur av stóra Laggan Tormore gassfeltinum vestan fyri Hetland saman við franska orkufelagnum Total.

Uppsetanin av vindmyllunum fer at geva arbeiði til umleið 400 fólk. Tá vindmyllurnar fara at mæla av álvara fáa 35 fólk fast arbeiði har í umleið 25 ár.

Her leinkja til Viking Windfarm:

https://www.vikingenergy.co.uk/assets/files/S36-Variation-Application/Other_Documents/Planning_Statement/Planning_Statement.pdf