Uttanlands

Høgga upp oljurisar í Norðsjónum

Upphøgging av oljupallum er um at gerast týðandi vinna í okkara grannalondum

2019-06-25 17:44 Author image
Jan Müller

[object Object]

Nú um dagarnar varð enn eitt týðandi stig tikið til upphøgging ella niðurtøku av oljupallum í Norðsjónum. Hetta hendi tá heimsins størsta skip, ”Pioneering Spirit”, lyfti risastóra og 25.000 tons tunga oljupallin Brent Bravo uppá dekkið og sigldi hann til lands í Bretlandi, har hann endar sínar dagar. Har verður hann tikin sundur og alt tilfarið endurnýtt.  Brent Bravo er tann næsti pallurin í røðini av Brent pallum, sum verður fluttur til lands til upphøggingar. Í 2017 var Brent Delta sum tann fyrsti stóri pallurin nakrantíð fluttur til lands. Eftir eru enn tveir Brent pallar at líða somu lagnu. Pallarnir hava verið í drift síðani í 70-unum og hava tænt sína tíð. Nú eru teir tómir ella harum.

[object Object]

Talan er um einki minni enn eitt tøkniligt undur, at tað ber til at lyfta og flyta ein so stóran pall. Tað tók einans 9 sekund at lyfta pallin uppá dekkið. Øll operatiónin tók fimm tímar. Síðani tað varð tikið í brúki 2016 hevur "Pioneering Spirit” flutt meira enn 130.000 tons. Størsta og tyngsta uppgávan varð at flyta ein av pallunum á Johan Sverdrup feltinum í norskum øki uppá pláss. Hesin vigaði 26.000 tons. Skipið hevur so eisini lagt út umleið 1500 kilometrar av kaðalum.

[object Object]

Og stórur eftirspurningur fer at verða eftir skipinum komandi árini, nú sonevnda ”decommissioning” vinnan veruliga tekur dik á seg. Meira enn 100 pallar á bretska og norska landgrunninum fara sohvørt at gevast við framleiðsluni og er tað eitt krav, at hesir skulu flytast til lands at høggast upp. Eisini skulu meira enn 1800 brunnar tippast og 7500 kilometrar av rørleiðingum takast upp.

[object Object]

Hetta hevur lagt lunnar undir eina nýggja vinnu í Bretlandi og Noregi. Eisini í okkara næsta grannalag, Hetlandi, er upphøgging av gomlum oljupallum um at gerast ein nýggj vinna. Í Bretlandi hava tey stovnað ein grunn, sum hevur til endamál at stuðla við íløgum í menning av havnum og keium eins og menning av fyritøkum, sum vilja fara inn í hesa nýggju men krevjandi vinnuna.

[object Object]

Brent Bravo komin til lands í Bretlandi, har hann skjótt skal takast sundur og tilfarið endurnýtast

Eisini føroyskar fyritøkur fylgja við hesi gongd, men enn er so einki frætt um nakra veruliga føroyska ætlan í so máta. Tað hevur tó verið nevnt, at føroyskar fyritøkur og havnir hava møguleika at samstarva við fyritøkur í grannalagnum og á tann hátt fáa ein part av køkuni. Hetta er tó ikki bara sum at siga tað. Tí nógvar fortreytir skulu ganga upp í eina hægri eind fyri at vera við í hesi vinnu. T.d. eru stór krøv til djúphavnir og keiir og annars til umhvørvisspurningar av ymsum slag.

Men tað er púra greitt, at nú partar av olju- og gassvinnuni eitt nú í Norðsjónum eru um at gevast við sínum virksemi, sum hevur vart í meira enn 50 ár, so eru myndugleikar og vinnan í londunum kring Norðsjógvin av álvara farnir at fyrireika seg til eina vinnu, sum er mett at vara í mong mong ár og útvega túsundtals arbeiðspláss umframt stórar inntøkur til samfeløgini.