Uttanlands

Høgi gassprísurin fær bretar at umhugsa meira kjarnorku

Høgi gassprísurin og óvanliga avmarkaða  vindorkan í Norðsjónum fær bretsku stjórnina til at umhugsa at seta ferð á útbygging av kjarnorkuverkum.

Bretski handils- og orkumálaráðharrin, Kwasi Kvarteng sær fegin, at Bretland fer undir aftur at byggja út orkuskipanina við kjarnorkuverkum

Bretski handils- og orkumálaráðharrin, Kwasi Kvarteng sær fegin, at Bretland fer undir aftur at byggja út orkuskipanina við kjarnorkuverkum

2021-10-10 14:21 Author image
Jan Müller

Óvanliga høgu gassprísirnir og sera avmarkaða vindorkan í Norðsjónum í løtuni kunnu koma at broyta orkulandslagið í Bretlandi komandi tíðina.  Kwasi Kwarteng, handils- og orkuráðharri sigur við BBC sunnumorgun, at Bretland eigur at leggja seg eftir at menna varandi grønu orkuna, vetni og kjarnorku og fara burtur frá fossilum brennievnum. Men hann hevur einki beinleiðis boð uppá, hvussu forðað verður fyri, at verandi gasskreppa sleppur at halda fram og versna.

Rópt verður varskó í løtuni, nú høgu gassprísirnir raka bæði vanliga brúkaran og eisini fyritøkur sera meint. Fleiri virki eru longu farin á heysin, og onnur eru illa fyri. Eisini fleiri av týðandi orkuveitarunum í Bretlandi eru um at fara um koll, verður ikki okkurt gjørt frá almennari síðu. Stjórnin er í løtuni sera varin við at fara inn við stuðuli men viðgongur, at hon fær einki gjørt við gassprísirnar, sum eru farnir upp í loft, nú goysmlurnar kring heimin eru um at vera tómar, og bæði eftirspurningur og prísir seta met. Og nú ótti er fyri avleiðingunum av einum køldum vetri fyri framman. 

Bretski ráðharrin sigur, at støðan er sera avbjóðandi, men hann er vísur í, at tað verður ikki myrkt í Bretlandi í vetur. Tað skal verandi orkumiksið, sum í løtuni fevnir um bæði varandi orku, kjarnorku og gass, tryggja.

Tað hevur leingi verið tosað um at menna orkuskipanina við kjarnorku, sum lítið ella einki CO2 útlát hevur við sær, men sum verður mett at vera ein hóttan kortini. Í dag eru sjey kjarnorkuverk í Bretlandi, sum nøkta 17% av samlaðu streymnýtsluni. Men fleiri teirra eru gomul og mugu skiftast út við nýggj. Hetta merkir, at um ikki so nógv ár, so koma bert góð 8% av streyminum frá kjarnorkuverkum, nú fleiri teirra verða latin aftur sohvørt. Nú verður so arbeitt við fleiri nýggjum verkætlanum, sum orkuráðharrin sigur seg stuðla. Men hetta fer at taka tíð.

Í samrøðuni við BBC í morgun vísti ráðharrin eisini til grannatjóðina Frakland, sum í stóran mun byggir sína orkuframleiðslu á kjarnorkuna. Í øðrum pørtum av Evropa er støðan til kjarnorku ein onnur. Eitt nú hava lond sum Svøríki og Týskaland gjørt av at gevast við kjarnorkuni. 

Eygleiðarar innan kolvetnisvinnuna í Bretlandi, eitt nú umboð fyri Oil and Gas UK, sum fevnir um hundraðtúsundtals oljuarbeiðarar, vísa á, at bretska stjórnin hevur ein stóran trupulleika at loysa í sambandi við brádliga íkomnu gasskreppuna, og tað er hvussu landið  uppá stytri sikt, áðrenn útbyggingar av varandi orkukeldum eins og kjarnorku, fær nøktað eftirspurningin.

Framtíðin hjá oljuvinnuni  í Bretlandi er nógv frammi í almenna kjakinum. Umhvørivsfelagsskapir vilja hava stjórnina heilt at seta forboð fyri nýggjum útbyggingum og leiting. Vinnan heldur harafturímóti, at Bretland eigur at loyva nýggjum útbyggingum av eitt nú gass- og oljukeldum, ið kunnu vera við til at nøkta egnan orkutørv heldur enn at skula innflyta olju og gass úr øðrum londum. Hesar útbyggingar skulu so eisini vera í tráð við grøna orkuskiftið og vera við til at minka um CO2 útlátið, nakað, sum vinnan longu hevur gjørt avtalu við myndugleikarnar um. 

Í næstum verður altjóða veðurlagsráðstevnan COP26 sett í skotska býnum Glasgow. Tað er greitt, at bæði gasskreppan og  nøktanin av orku komandi árini fer at vera partur av ráðstevnuni eins og hvussu heimsins lond kunnu røkka longur og skjótari við tí grøna orkuskiftinum.

Lesið niðanfyri meira um bretsku orkukreppuna á leikjuni niðanfyri.


Kwarteng says there are no plans for energy price cap for businesses : CityAM