Uttanlands

Høgu gassprísirnir elva til ruðuleika

Seinastu tíðina eru gassprísirnir farnir upp í loft, og í fleiri londum merkja tey longu avleiðingarnar

Stór ábyrgd liggur á russiska Gazprom, nú Evropa tørvar meira gass.

Stór ábyrgd liggur á russiska Gazprom, nú Evropa tørvar meira gass.

2021-09-23 16:31 Author image
Jan Müller

Hesa seinastu tíðina eru prísirnir á gassi farnir upp í loft, og longu nú síggjast avleiðingarnar serstakliga í Evropa og ikki minst í norðara partinum, nú veturin so smátt er farin at banka á dyrnar.

[object Object]

Stórur tørvur er á orku og eitt nú gassi, nú búskaparliga virksemi eftir korona økist 

Í einum landi sum Bretlandi, sum er so bundið at gassi, hevur ruðuleiki tikið seg upp hjá teimum mongu húsarhaldunum og virkjunum, sum dúva uppá gass í gerandisdegnum. Høgu gassprísirnir, sum av álvara eru farnir at merkjast, hótta við at taka fígjarliga grundarlagið undan mangari familju, og longu nú eru fleiri veitarar av gassi farnir á húsagang.

Ein orsøkin til høgu prísirnar er rætt og slætt, at eftirspurningurin eftir gassi er vorðin nógv størri enn framleiðslan. Nú korona er við at leggja seg og ikki hevur so stóra ávirkan longur sum higartil, er virksemið farið at vaksa aftur og tess størri virksemi, tess størri verður eftirspurningurin eftir orku. Og skjótari tømast goymslurnar. 

Ein av heimsins størstu gassframleiðarum Russland er enn ein orsøk til støðuna, tí landið hevur ikki gingið áheitanunum frá brúkaralondunum í eitt nú Evropa um at økja um gassútflutningin á møti, so meira gass verður tøkt á marknaðinum og harvið prísurin kann lækka. Russland vil vera við, at tað heldur sína avtalur, men framleiðslan er framvegis ikki komin á tað støðið hon var undan korona. Politikarar eitt nú í Bretlandi vilja hava ein kanning gjørda, hví Russland ikki koyrir meira gass á marknaðin, nú so stórur tørvur er á tí.

IEA, altjóða orkustovnurin, hevur heitt á Russland um at økja um framleiðsluna og gassflutningin til Evropa og sigur, at tað við hesum kann vísa seg sum ein álítandi lveitara av gassi til umheimin.  Stovnurin heldur, at Russland er ført fyri at økja framleiðsluna, so goymslurnar kunnu fyllast, áðrenn veturin kemur.

Tað er russiska gassfelagið Gazprom, sum stendur fyri størsta partinum av gassframleiðsluni í Russlandi, og tað er russiski staturin, sum eigur felagið. Gazprom hevur higartil ikki ynskt at gera viðmerkingar til hættisligu støðuna. Eisini støðan í Asia er við til at gera støðuna í Evropa verri, tí har hava lond longu lagt undir seg LNG gass í stórum nøgdum. Vaksandi virksemi eftir korona vísir seg at leggja seg á meira orku enn vanligt er. 

Tað eru eisini tey, sum geva myndugleikum í serstakliga teimum londum, sum ynskja, at tað grøna orkuskiftið skal ganga skjótari, skuldina fyri ta støðu, sum høgu gassprísirnir hava við sær. Høvdu myndguleikar og eisini umhvørvisfelagsskapir ikki lagt forðingar í vegin fyri nýggjum íløgum í bæði olju- og gass, so hevði støðan kunnað verið øðrvísi.

IEA ger vart við, at tað er sera óheppið, at gassmangulin kemur í eini tíð, har vindorka og sólorka muna ov lítið og ikki minst, har veturin nærkast í hvørjum. Annars heldur IEA tað vera skeivt at geva royndunum at fara burtur frá olju og gassi skuldina fyri høgu gassprísirnar.

Stovnurin sigur, at brádligi vøksturin í gassprísinum stavar frá fleiri ymsum viðurskiftum, og tað er tí skeivt at leggja ábyrgdina á royndirnar at menna varandi og reina orku sigur stjórin í IEA, Fatih Birol, sambært World Oil og Financial Times.