Innanlands

Hugaligast at koma í føroyska havn

- Vit koma í nógvar og stórar havnir við alskyns útgerð og møguleikum. Kortini er besta kenslan at koma til Føroyar og koma í føroyska havn, tí her hoyri eg heima

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-04-28 20:33 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit arbeiða í mongum ymiskum londum, har veðurlagið sum oftast er betri enn í Føroyum. Vit koma í nógvar og stórar havnir við alskyns útgerð og møguleikum. Kortini er besta kenslan at koma til Føroyar og koma í føroyska havn, tí her hoyri eg heima. Her er familja, vinir og reiðarí.

Samstundis má eg siga, at føroyska tænastustøðið til skip er sera gott og fult á hædd við útlendskar havnir – um ikki betri, sigur skiparin á frálandaskipinum Thor Magni, Fríði Danberg.

- Síðstu mánaðirnar hava vit arbeitt í Angola í Afrika og skulu nú arbeiða nakrar vikur í Norðsjónum. Vit komu ein stuttan túr til Føroyar og steðga her í tveir dagar. Her skifta vit ein part av manningini og gera onkur smávegis viðlíkahald. Síðani gongur leiðin í Norðsjógvin og seinni til Kanada, har skipið skal arbeiða í summar. Hetta er fimta summarið, skipið fer at arbeiða í Kanada.

- Vit eru væl nøgdir við skipið, sum eisini hevur riggað væl, sigur Fríði Danberg.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár, men í frástøðu. Manningin fekk ymiskan lesnað og eina sangfløgu.

Skiparin gav sær tíð til prát, ein kaffimunn og myndatøku, saman við Eddie.

placeholder