Uttanlands

IEA: Gevist við íløgum í olju og gass

Tilmælið frá altjóða orkustovninum kemur eitt hálvt ár undan veðurlagsfundinum í Glasgow í november

2021-05-25 23:38 Author image
Jan Müller

Altjóða orkustovnurin, IEA, sum javnan gevur út frágreiðingar um orkustøðuna í heiminum, mælir í síni nýggjastu frágreiðing til at steðga øllum íløgum í framtíðar olju- og gassútbyggingar eins og nýggja leiting. Stovnurin sigur, at eingi nýggj olju- og gassfelt skulu útbyggjast til framleiðslu undantikið tær útbyggingar, sum longu eru góðkendar. 

Enn eru tilmælini frá stovninum so mikið nýggj, at tað hava bert verið fáar viðmerkingar til niðurstøðuna. Kortini hava lond sum Norra, Australia og Japan sagt frá, at tey fara ikki at fylgja tilmælinum um at gevast við at gera íløgur í oljuvinnuna.

IEA grundgevur síni tilmæli á eina netto null-útlátsstøðu í 2050. Stovnurin heldur tað ikki longur vera nokk bara at gevast við íløgum í kolaorka. Nú metir stovnurin - fyri at røkka málinum - at als ongar íløgur yvirhøvur skulu gerast í olju- og gass menning. 

Herfyri sýtti annars bretska stjórnin fyri at steðga nýggja leiting, eftir at umhvørvisfeløg kravdu hetta. Kortini vil stjórnin nú seta strangari krøv til tey, sum fáa loyvi at leita skrivar Energy Voice, sum eisini hevur biðið stjóran fyri burðardyggum virksemi hjá “Oil and Gas UK”, Mike Tholen, um viðmerking til frágreiðingina hjá IEA.  

Hann heldur lítið um tilmælið frá IEA og sigur, at tað í veruleikanum kann gerast  ein stór forðing fyri at fremja tað grøna orkuskiftið, sum er í gongd í dag.  Fyri Bretland fer tað at merkja, at landið fer at verða meira bundið at innfluttari olju og gassi, og tað fer at skaða tey feløg, hvørs kunnleiki til at menna tøkni við lágum CO2 útláti, og  sum stórur tørvur er á. 

Sambært útrokningunum hjá IEA fer tørvurin á olju og gassi í 2050 av samlaðu orkunýtsluni í heiminum, at minka úr 4/5 til 1/5. Tølini vísa eisini, at parturin hjá Opec londunum av munandi lækkaðu  orkunýtsluni fer at hækka úr 37% til 52% í 2050.

IEA vísir á, at broytingarnar fara at hótta inntøkugrundarlagið hjá fyritøkum í oljuvinnuni, men metir at aðrir “møguleikar” kortini verða fyri olju- og gassvinnuna. Royndirnar og kunnleikin hjá olju- og gassfyritøkunum eru eitt “good match” fyri sumt av nýggju tøknini, sum skal handfara útlát í avbjóðandi sektorum. M.a. eru oljufyritøkurnar vælegnaðar til at taka sær av fangan og goymslu av CO2, brint- og bioorku eins og havvindi.

IEA metir samanumtikið, at tað ber til at røkka málunum fyri netto null-útláti í 2050, men vegurin hartil er smælur og krevur atgerðir, sum kunnu koma illa við. Sambært frágreiðingini, so skal sølan av vanligum bensinbilum heilt steðga í 2035, og í 2040 skal altjóða streymsektorurin hava rokkið netto null-útláti.

Nærum 90% av streymframleiðsluni fer í 2050 at koma frá varandi orku, við vindi og sólorku, sum koma at standa fyri 70%. Restin fer at koma frá kjarnorku. Sólorka fer at gerast størsta orkukeldan í heiminum. Men til tess at røkka hesum málum er neyðugt við reinari tøkni. Og hartil  mugu stjórnir taka málið í størsta álvara og her ikki minst raðfesta samstarvið millum lond.

Frágreiðingin frá IEA, sum bretska stjórnin hevur tikið stig til, skal vera partur  av grundarlagnum undir komandi veðurlagsstevnuni Cop26 í Glasgow í november.

Mike Tholen frá OGUK, sum umboðar allar arbeiðarar í oljuvinnuni í Bretlandi, sigur við Energy Voice, at vinnan í Bretlandi stendur á odda fyri at røkka tí grøna skiftinum og veitir ta olju og gass, sum lokalsamfelagið hevur tørv á, um somu tíð sum vinnan arbeiðir saman við stjórnini við “North Sea Transition Deal”, sum skal hjálpa Bretlandi at røkka veðurlagsmálunum. 

-Víst hevur verið á, at Bretland fer at hava tørv á bæði olju og gassi í mong ár aftrat. Og tí er tað mest náttúrligt, at Bretland brúkar sítt egna tilfeingi og ger íløgur lokalt ikki bara fyri at nøkta orkutørvinum men eisini fyri at stuðla undir arbeiðspláss í Bretlandi og búskapinum vísir Mike Tholen á. 

-Nú at stegða slíkum íløgum fer at verða  eitt stórt afturstig og forðing fyri grøna orkuskiftið og fer at gera okkum meira bundin at innflutningi frá øðrum londum, hvørs útlát vit ikki hava ávirkan á. Tað fer eisini at hava negativa ávirkan á royndirnar at menna feløg, sum kunnu arbeiða við loysnum at minka um útlátið, sigur Mike Tholen frá Oil and Gas UK.  

Charlie Kronick, ráðgevi hjá Greenpeace í Bretlandi sigur við Energy Voice, at frágreiðingin frá IEA ger púra greitt, at okkum tørvar ikki meira olju og gass, tí eftirspurningurin fer at minka samsvarandi semjuni um  at røkka málinum frá París avtaluni. Tað er eingin tørvur á, og einki talar heldur fyri tí - at finna nýggjar oljukeldur í Norðsjónum sigur hann. -Í løtuni ger bretska stjórnin alt fyri at forða fyri slíkari gongd. Stjórnin eigur eisini alt fyri eitt at steðga øllum nýggjum leitiloyvum.