Uttanlands

Iran funnið risastóra oljukeldu

Goymir upp til 53 mia. tunnur av ráolju

2019-11-11 13:35 Author image
Jan Müller

Hóast tað er langt ímillum, at risastórar olju- og gasskeldur verða funnar kring heimin, so hendir hetta kortini við jøvnum millumbili. Hetta vóru m.a. norðmenn vitni til nøkur ár herfyri, tá Equinor saman við øðrum oljufeløgum fann Johan Sverdrup oljukelduna, sum er ein tann størsta, ið er funnin á norska landgrunninum seinastu 50 árini. Eisini hevur  ExxonMobil gjørt risastór oljufund í suðuramerikanska landinum Guyana.

Nú boðar iranska stjórnin frá, at landið hevur gjørt eitt risastórt oljufund, sum kann goyma 53 mia. tunnur av ráolju. Oljukeldan liggur í tí sera oljuríka Khuzetstan landspartinum, sum liggur í syðra partinum av landinum. Keldan skal vera 2400 ferkilometrar til støddar skrivar Ritzau.

Fundið merkir, at goymslurnar hjá Iran vaksa við einum triðingi. Sambært oljufelagnum BP eigur Iran í dag 150 mia. tunnur av ráolju í tess undirgrund. Iran eigur fjórðstørstu oljugoymslur í heiminum og næststørstu gassgoymslur. Iran er partur av Opec felagsskapinum. Landið hevur annars í løtuni stórar trupulleikar við at sleppa av við olju og gass, tí USA hevur sett sanktiónir í verk móti landinum.