Uttanlands

Iran hóttir við at stongja Hormuz sundið

Og harvið at forða fyri flutninginum av 30% av allari olju í heiminum

2018-08-04 13:39 Author image
Jan Müller

 

Síðani amerikanski forsetin Donald Trump gjørdi av at uppsiga kjarnorkuavtaluna við Iran og seta í verk aftur sanktiónir móti Iran, hevur iranska leiðslan hótt við at stongja tað so týdningarmikla Hormuz sundið. Umleið 20-30 % av allari heimsins olju verða flutt gjøgnum hetta sundið og kann tað tí fáa álvarsligar fylgjur fyri allan heimin, um Iran ger álvara av sínum hóttanum. Donald Trump hevur svarað aftur og sagt, at Iran skal koma at føla sviðan, um tað heldur fram við slíkum hóttanum. Síðani hava myndugleikarnir í Iran sett í verk ein stóra herðnaðarliga venjing júst í Hormuz sundinum við stórum tali av kríggskipum. Hetta hendir stutt eftir, at amerikanski forsetin hevur bjóðað Iran til fundar uttan nakrar treytir. Iran hevur svarað aftur, at ein treyt er tann, at USA tekur aftur uppsøgnina av kjarnorkuavtaluni. Har stendur málið í løtuni. Sambært CNN fylgja amerikanskir myndugleikar væl við iransku hernaðarvenjingunum í Hormuz sundinum. Ein amerikanskur talsmaður sigur, at Iran við hesi venjingini er ført fyri at stongja sundið.