Uttanlands

Ísland vil lofta vaksandi ferðsluni úr Arktis

Stór týsk havnafyritøka gjørt avtalu við íslendingar um at byggja eina djúphavn á norðureysturlandinum

Soleiðis sær djúphavnin og konteynarahavnin á Finnafjørðinum út á tekniborðinum. Nú verður farið at fyrireika útbygging av álvara.

Soleiðis sær djúphavnin og konteynarahavnin á Finnafjørðinum út á tekniborðinum. Nú verður farið at fyrireika útbygging av álvara.

2019-04-25 19:40 Author image
Jan Müller

Veðurlagsbroytingarnar í Arktis hava fleiri avbjóðingar og møguleikar við sær. M.a. letur minkandi havísurin upp fyri nýggjum siglingarleiðum millum Asia og Evropa og USA størri og størri part av árinum. Hetta skapar nýggjar vinnumøguleikar eitt nú hjá oyggjalondunum í Norðuratlantshavi.

Eitt av hesum er Ísland, sum so smátt er farið at fyrireika seg uppá nýggju møguleikarnar í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum. Ísland, sum eins og Føroyar, liggur mitt á siglingarleiðunum til og úr Arktis, hevur í umbúnað at byggja eina spildurnýggja havn á norðureysturlandinum. Sáttmáli er gjørdur við týska terminalfelagið Bremenports, sum hevur í hyggju at byggja ein nýggjan konteynaratreminal í Finnafjørðinum, har ætlanin er at gera eina djúphavn saman við íslendskum partnarum. Bremenports fer at eiga 2/3 av útbyggingini, meðan íslendska verkfrøðingafelagið Efla fer at standa fyri einum fjórðingi. Restina standa tvær íslendskar kommunur fyri.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Umboð fyri týska felagið sigur, at havnin í Íslandi fer at fáa stóran týdning fyri skip, sum fara at brúka nýggju landssyningsleiðina. Mett verður at tey spara tvær vikur í siglingartíð sammett við at brúka núverandi siglingarleiðir. Umframt stytru siglingarleiðina vil felagið eisini lofta ferðsluni til og úr Grønlandi umframt útflutninginum av brinti úr Íslandi.

Nýggja felagið hevur fingið heitið "Finnafjord Port Development Co." og er útbyggingin mett at taka 3 til 5 ár. Ætlanin er at byggja 6,3 kilometrar av kai skrivar Bloomberg. Farið verður undir útbyggingina í 2021.

Eisini í Føroyum hevur seinastu mongu árini verið tosað um at lofta komandi vaksandi ferðsluni úr Arktis og hevur við jøvnum millumbili verður lýst við frá føroyskari síðu til útlendsk reiðaríir og fyritøkur um at brúka Føroyar sum útgerðarstøð og tænastudepil mitt í Atlantshavi.

Dømi eru um skip ávegis úr Norðuratlantshavi til Evropa og USA,  sum hava lagt inn í Føroyum fyri at bunkra og fáa umvælingar gjørdar. Tær mongu stóru havaútbyggingarnar, sum eru gjørdar í Føroyum seinastu árini umframt mongu tænastuveitararnir á landi og sjógvi,  áttu avgjørt at verið eitt haldgott grundarlag fyri at taka ímóti vaksandi ferðsluni úr Arktis.

[object Object]

[object Object]

https://bremenports.de/finnafjord/