Innanlands

Jarðfeingi á grønu leiðini: Heita vatnið í Kollafirði í altjóða tíðarriti

Heitt vatn sum heild í føroysku undirgrundini, kann gerast ein umráðandi liður fram ímóti eini grønari orkuleið

2019-11-19 15:02 Author image
Jan Müller

Hóast fjarskotnar og smáar so verða Føroyar við sínum mongu serstøku fyribrigdum javnan umrøddar í altjóða miðlum. Og ein av veitarunum til hesar umrøður er okkara frægi stovnur Jarðfeingi, hvørs starvsfólk takast við hópin av spennandi og avbjóðandi uppgávum. Ein teirra er um heita vatnið í Kollafirði, sum liggur fjalt í føroysku undirgrundini. Og verður hetta umrøtt á heimasíðuni hjá Jarðfeingi.

P.d. lesandi jarðfrøðingurin, Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, sum arbeiðir á Jarðfeingi, hevur skrivað grein um heita vatnið har saman við vegleiðarum sínum: Lars Ole Boldreel frá Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo frá GEUS og Janu Ólavsdóttir frá Jarðfeingi. Greinin ber heitið: “Shallow geothermal energy system in fractured basalt: A case study from Kollafjørður, Faroe Islands, NE-Atlantic Ocean” í nýliga útkomna tíðarritinum “Geothermics”.

Greinin viðger heitu vatnskipanina á Lygnnesi í Kollafirði við serligum atliti at teimum kanningunum, sum vórðu gjørdar í trimum av boringunum í 2016. Millum annað var ein Optical Televiewer, sum gevur eina sera góða 360° mynd av boriholsvegginum, sendur niður í holini. Og serliga hetta tólið, saman við einum vatnfloymismátara, hevur gjørt tað møguligt at síggja, júst hvar í undirgrundini vatnið ferðast inn í hesi trý boriholini.

Seks støð, har tað mesta av vatninum kemur inn í boriholini, vóru kannað nærri, og kanningarnar vístu, at í trimum av teimum seks førunum kemur vatnið inn í rivum, sum venda í ein norðan og hella eystureftir. Tvær av rivunum eru upp til sjey sentimetrar opnar. Umframt tær vatnleiðandi rivurnar vístu kanningarnar, at vatnið eisini flytur seg í tærdum basalti, umframt at tað eisini flytur seg á ein meira fjøltáttaðan hátt.

Ein onnur niðurstøða er, at vatnið í artesisku skipanini verður leitt runt í ringrás gjøgnum tær vatnleiðandi rivurnar og aðrar vatnleiðandi eindir í undirgrundini av trýsti, ið stavar frá hæddarmuninum í økinum.

Ein triðja niðurstøða er, at av tí at stórar broytingar síggjast bæði í vatnfloymi og hitalagi tvørturum skipanina, har boringarnar eru, kann hetta benda á, at skipanin allarhelst er avmarkað.

Deilmál 7.2. av teimum 17 endamálunum um burðardygga menning hjá Sameindu Tjóðum sigur, at áðrenn 2030 skal burðardygg orka í heimshøpi vera munandi hækkað. Útrokningar av orkuni í heitu vatnskipanini í Kollafirði hava víst, at tað er møguleiki fyri at hita upp til 150 privat hús við orkuni, men møguleiki er eisini fyri at hita færri størri bygningar. Heita vatnið í Kollafirði, og heitt vatn sum heild í føroysku undirgrundini, kann tí gerast ein umráðandi liður fram ímóti eini grønari orkuleið.

Útrokningarnar av orkuni í heita vatninum í Kollafirði vóru fyrstu ferð almannakunngjørdar í frágreiðingini Grundvatn í Føroyum, ið var skrivað í 2015. Frágreiðingin kann lesast her: http://jf.fo/wp-content/uploads/2018/02/Grundvatn-í-Føroyum.pdf

Í løtuni verður bíðað eftir úrslitum frá kemiskum vatn-kanningum, ið eru og vera gjørdar av vatninum. Hesar kanningar kunnu millum annað siga nakað um, hvussu leingi vatnið hevur verið í umferð í undirgrundini, og hvussu heitt vatnið hevur verið. Hetta kann aftur siga nakað um, hvussu skjótt vatngoymslan verður endurnýggjað umframt, hvussu djúpt vatnið hevur verið.

Ph.d. verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum og Grunninum fyri føroyskari førleikamenning.

Enn er greinin bert tøk á netinum, men hon verður prentað seinni í ár. Leinkja til abstract er her: https://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0375650518303614

[object Object]

 

[object Object]

 Jarðfeingi tekur prøvar til kanningar av vatnkemi.

[object Object]

Prøvarnir klárir at sendir til millum annað kanningar av, hvussu heitt vatnið hevur verið.