Innanlands

Jarðfeingi vertur fyri samstarvsfundi

Myndugleikar í fleiri londum, ið hava ábyrgdina av oljuleiting og oljuframleiðslu, møttust í Føroyum

Stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe her á fundi saman við starvsfeløgum úr okkara grannalondum.

Stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe her á fundi saman við starvsfeløgum úr okkara grannalondum.

2019-05-17 12:04 Author image
Jan Müller

 

[object Object]|
Fyrr í hesi vikuni var Jarðfeingi vertur fyri North West European Heads of Exploration, ella NWEHE-fundi í Føroyum.

Hesin fundur verður vanliga hildin á hvørjum vári, og tað eru sjey ár síðani, Føroyar seinast vóru vertir. Tey lond, ið vanliga luttaka á hesum fundum, eru; Ísland, Norra, Stóra Bretland, Isle of Man, Írland, Danmark, Týskland, Holland og Føroyar. Frankaríki hevur verið við, men var ikki umboðað í ár.

Endamálið er at tosa um og viðgera tey viðurskifti, sum myndugleikar, ið hava ábyrgdina av oljuleiting og oljuframleiðslu í ymisku londunum, hava. Á henda hátt kunnu myndugleikarnir samstarva og vegleiða hvønn annan í ymsum viðurskiftum, sum gera seg galdandi innan hetta økið.

Dagin eftir fundin varð farið ein túr eftir Oyggjarvegnum og vestur í Vágarnar, har høvi var at hoyra um føroysku jarðfrøðina, umframt at vitjað varð hjá Hiddenfjord í Sørvági. Dagurin endaði í Gásadali, áðrenn gestirnir fóru av landinum aftur seinnapartin.

Fundurin hjá oljumyndugleikunum í Føroyum og fleiri øðrum londum varð hildin um sama mundið sum Jarðfeingi fyrireikar seg til at marknaðarføra júst samtyktu 5. útbjóðingina til oljuleiting og framleiðslu við Føroyar.

Komandi NWEHE-fundur verður væntandi á Isle of Man um eitt ár.

[object Object]